Útynnandi tilvenjing (Operant Conditioning)

Seinast tosaði eg um klassiska tilvenjing, og hvussu hon skapar eina broyting í hvussu vit reint kropsliga reagera uppá okkurt, sum hendir.

Síðan hetta var uppdagað, hava vit lært okkum at brúka hetta, til at fáa djór (og menniskju) at gera tað, vit vilja hava tey til.

Hetta er tað, vit kalla útynnandi tilvenjing ella operant conditioning. Tað, sum liggur í orðinum er, at tilvenjingin verður brúkt til at fáa eitt djór at útynna eina atferð ella, í summum førum, at gevast við eini atferð. Tað vil siga, at tilvenjingin verður brúkt sum eitt tól, til at stýra atferðini hjá onkrum.

Her er hvussu tað verður brúkt:

Vit vita, at besti mátin at fáa eitt djór til at gera okkurt, er at geva djórinum okkurt, tað vil hava, afturfyri. Hin síðan av medaljuni er at tað eisini ber til at hótta djórið við revsing, um tað ikki ger sum vit vilja. Trupulleikin við hesum er, at tað ikki altíð er praktiskt at løna ella revsa akkurát tá tað er neyðugt. Her er tað, at útynnandi tilvenjing kemur inn í spælið. Um vit hava lært eitt djór, at eitt “gott!” merkir løn og eitt “nei!” merkir revsing, so ber til at skjótt og lætt løna ella revsa við hesum “lyftum” um hvat fer at koma. Minst til, at hetta ikki bara er ein spurningur um at læra týdningin av onkrum, men um at djórið kropsliga følir avleiðingina koma, tá tað hoyrir orðini.

So hvussu fungerar tað? Tit hava kanska hoyrt um rottur, sum lærdu at trýsta á ein knøtt fyri at fáa mat? Hetta er ein av upprunaligu royndunum, sum Skinner gjørdi fyri at kanna útynnandi tilvenjing. Hann koyrdi eina rottu í ein kassa við einum knøtti, sum rottan kundi trýsta á. Rottan var von við, at eitt ljós lýsti áðrenn hon fekk mat, altso hon var klassiskt tilvand til sambandi millum ljós og mat. Tá hon trýsti á knøttin lýsti ljósið, og løtu seinni kom matur út gjøgnum eina lúku. Rottan lærdi skjótt, at hon skuldi trýsta á knøttin fyri at fáa mat, tí ljósið lýsti beinanvegin, tá hon trýsti á knøttin. Um maturin kom seinni gjørdi onki, tí ljósið hevði sagt henni, at hon gjørdi rætt. Hervið eru vit farin frá at “ljós merkir matur” til “um eg trýsti her, so ljós, sum merkir matur” og so er ein atferð komin við í samanhangin. (hetta er ein simplifiserað frágreiðing, fyri at illustrera hvussu útynnandi tilvenjing riggar)

Fyri at hetta skal kunna nýtast reint praktiskt, hava vit heft enn eitt lið uppí. Hetta er eitt signal um júst hvat tað er, djórið skal gera. Ein hundur, til dømis skal vita júst hvat fyri atferð fer at útloysi lønina, tá hann hoyrir “sit” og vita, at tað ikki riggar at leggja seg. Tað vil siga, at í venjing hava vit hesi lið: 1 signal, 2 atferð, 3 lønarsignal og 4 løn.

Um vit halda okkum til positivu síðuna so kunnu vit til dømis ímynda okkum ein hund, sum hevur lært at “raskur” merkir, at nú fær hann eitt petti av osti. Hesin samanhangur millum ost og “raskur” er klassiskt tilvandur í hundin. Eigarin hevur eisini vant hundin við, at osturin kann koma nógv seinni enn orðið “raskur”. Hetta verður gjørt við at longja tíðarbilið millum orð og løn spakuliga. Nú fer eigarin at læra hundin at steðga knappliga, tá hann er biðin. Hetta er eitt gott ting at læra sín hund, tí tað kann forða fyri, at hundurin rennur út á ein veg, ella ger okkurt annað vandamikið. Eigari og hundur hava vant í bandi í fyrstuni, so hundurin veit, at tá eigarin sigur “stop”, so sleppur hann ikki at ganga víðari. Nú skulu teir so venja uttan band, so nú er onki at forða hundinum í, at ganga víðari, tá eigarin sigur stop. Tað kann verða, at hundurin fleiri ferðir ikki steðgar, tá eigarin sigur “stop”, men um eigarin er tolin, so blívur hann helst við. Tað kemur fyri, at hundurin viðhvørt steðgar, tá eigarin sigur “stop”. Tá hetta hendir, sigur eigarin “raskur!” og hundurin veit hvat klokkan hevur sligið (høhø) beinanvegin. Hann gjørdi okkurt rætt, og fer at fáa ost. Deiligt! Við ørðum orðum fær hundurin lønina, og signalið um, hvat skal til fyri at fáa lønina, beinanvegin hann ger okkurt rætt. So noyðist eigarin ikki at renna aftaná hundinum við einum ostapetti í heilum. Hetta ger, at hundurin ógvuliga skjótt fatar, hvat skal til fyri at fáa ostin og tí ógvuliga skjótt lærir at steðga, tá eigarin sigur “stop”. Glaður hundur og glaður eigari.

Henda øgiliga grundleggjandi venjing riggar á flest øll djór, sum eru nóg klók. Eisini gullfiskar duga hetta. Um onkur sigur, at tað ikki ber til at venja eina kettu, so royn hetta. Tað ber væl til. Um onkur sigur, at tað er neyðugt, at tvinga hundin til at akta, so hava tey ikki roynt hetta, ella ikki gjørt tað rætt.

Útynnandi tilvenjing er grundarsteinurin undir allari modernaðari djóravenjing, sum verður brúkt á djóragørðum, bóndagørðum og politigørðum líkasum í nógvum urtagørðum til hundar, kaninir, elefantar og leyvur. (og til børn 😉 )

Næstu ferð fari eg at greiða eitt sindur frá hvussu útynnandi tilvenjing verður brúkt til at ávirka atferðir.