Útbúgvingarkollveltingin í Afrika

“Heldur tú, at útbúgving er kostnaðarmikil, royn so fávitsku”

Seinastu vikuna havi eg verið á fimtu COMEDAF ráðstevnuni hjá 54 útbúgvingarráðharrum í Afrikansku Samgonguni í Abuja í Nigeria. Onga staðni sum her er man so tilvitaður um vansarnar við ikki at útbúgva.

Manglandi vitan og førleikar hjá stórum parti av fólkinum gera, at møguleikarnir eru færri, framleidnið lágt, fátækradømið stórt, og úrslitið er nógvastaðni kríggj og hungursneyð.

Hjá mær er lítil ivi um, at tá fjøldin av afrikanum verður útbúgvin og friður fæst í lag, so verða tey eins sterk og rík sum kinesarar og indarar eru um at gerast í dag.

Frá COMEDAF V ráðstevnuhølunum
54 lond eru limir í Afrikansku Samgonguni

Útbúgving snýr seg um at brynja seg til tær avbjóðingar, tú fer at fáa í framtíðini. At búgva seg út.

Framtíðarinnar avbjóðingar eru ikki tær somu, sum tá útbúgvingarskipanin við skúlum, flokshølum, fyrilesandi lærarum og tigandi næmingum tók skap í 19. og 20. øld. Tørvurin er broyttur og nógv tala fyri eini kollvelting av útbúgvingarskipanini, tó at semja ikki er um, hvussu, nær og um nøkur útbúgvingarkollvelting kemur.

Atgongdin til talgilt útbúgvingartilfar – tekstir, myndir, fyrilestrar, spøl, livandi myndir – gerst alt lættari og bíligari, men fá megna at útbúgva seg av tilfari aleina. Hjá teimum flestu krevjast eisini eggjan, leiðbeining, arbeiðsumstøður og fyrimyndir.

Eitt boð er, at kollveltingin verður veruleiki, tá tey lærandi fáa nøktandi hjálp at gagnnýta talgilda tilfarið – líka mikið hvar tey eru stødd. Eg ímyndi mær, at hetta verður veitt sum ein ella fleiri læritænastur, sum:

  • Eggja og leiða tey lærandi til tað viðkomandi tilfarið
  • Lata tey lærandi samskifta við líkar og við serfrøðingar
  • Uppbýta evnini í smærri bitar og lata tey lærandi seta sína útbúgving saman eftir tørvi og áhuga
  • Kanna og vátta, hvørjar førleikar og vitan tey lærandi hava
  • Gera alla tilgongdina lætta, spennandi og læruríka

Allarhelst vera hesar tænastur veittar bæði á netinum og andlit til andlits antin í vanligum skúlum ella aðrastaðni. Og tørvur verður enn sum áður á lærarum, sum kunnu leiða læringina hjá teimum lærandi. Men alt verður ikki bundið at flokshølum, flokkum, tímatalvum og fastløstum læriætlanum.

Leingi var hildið, at fjøldin í Afrika aldrin fór at fáa telefon og internet. Mest tí íløgan í at leggja kaðalar út til øll fór at gerast ov stór. Men við tráðleysu tøknini hevur Afrika lopið eitt stig um, og útbreiðslan av fartelefonum er sambærilig við alla aðra staðni, og tað gongur skjótt at fáa internetsamband eisini.

Spurningurin er so, um Afrika eisini kann og skal leypa gomlu útbúgvingarskipanina um og fara beinleiðis til eina nýggja og meira nútíðarhóskandi – helst við nýtslu av tráðleysari tøkni, bíligum talgildum tilfari og góðum læritænastum.

OilSim luttakarar
Luttakarar á OilSim skeiði í Abuja, Nigeria

Myndirnar omanfyri eru tiknar í Abuja av ráðstevnuhølunum og básinum hjá Simprentis.

One comment on “Útbúgvingarkollveltingin í Afrika

  1. -

    Sera áhugaverd hugleiðing! Tað er ongin ivi um, at ein útbúgvingarkollvelting er neyðug fyri at fáa Afrika at mennast til eitt ríkt og stabilt øki í heiminum, men menningin má eisini taka støði í ríku mentanini og søguni hjá londunum í Afrika. Nýggj (digital) tøkni og lokal mentan/vitan mugu ganga hond í hond um projektið veruliga skal eydnast.

Comments are closed.