Tvey forrit til rebelska granskaran

Tað sum flestu vanlig fólk ikki skilja er at djúpt inni í flestu granskarum býr ein lítil uppreistrarmaður. Ikki er hann altíð líka lættur at síggja, men so sanniliga er hann har. Pakka inn í vísindaligan málburð og væl gjøgnumhugsaðar hypotesur er ein stórur pappmasje fookjúfingurin, sum so gjarna vil út av og á.

Tað er til rebellin innaní eg vóni at “selja” tvey forrit sum eg longu havi og fari at fáa stóra gleði av í framtíðini. Eg sigi “selja” í gásareygum tí tey eru bæði ókeypis.

R er eitt hagfrøðiligt forrit sum hevur ein rættiliga serligan eginleika. Tað er “open source”, sum merkir at tað er opið fyri ein og hvønn at menna og arbeiða við. Hetta merkir so aftur at tað er ikki neyðugt at bíða eftir dagføringum, rættingum, og menningin av nýggjum hagfrøðiligum kanningarháttum. Um tú stendur í støðuni at kanningin tú vilt gera ikki finst, so er gjørligt at taka niður hagfrøðiligar pakkar sum eru tilpassaðir til ein og hvønn tørv. Tað veldst øki ein arbeiðir innan, men eg tori næstan at garantera at um tú ert lívfrøðingur ella tað ið líkist, so nýtist tú ongantíð aftur at læra teg eitt nýtt programm, um tú lærir teg at brúka R. Og kemur helst at spara tær nógvar pengar.

Avmarkingarnar liggja í at hetta krevur sum við flestu øðrum forritum at tú setur tíð og orku av at læra teg at brúka tað. Og R má sigast at hava eina rættiliga torskilda brúkarafladu, men troystin er so at R ger onki sum tú ikki biðjur tað um og gevur tær fulla kontroll.

Mendeley er sum nógv onnur referansu forrit ætla sum ein databasi at hjálpa vísindafólki at halda skil á øllum teimum vísindaligu greinunum sum upphópast millum ár og dag. Tað er lætt at brúka og tað byrjar við at man ger sær ein profil at líkna við Facebook, og hesin profilurin hjálpir so at koma í samband við onnur innan títt øki. Tað sum ger Mendeley meir rebelskt enn onnur, er at tað ger tað lættari at hava greinar í felag við onnur, tað ger tað lættari at senda greinar ímillum sín. Sjálvt um hetta ikki er ólógligt í sær sjálvum, so er tað slíkt sum stóru forløgini eru bangin fyri og copyright paranoia er júst slíkt sum heldur bókasavnsvørar uppi um náttina. Mendeley er ikki eitt “Napster” fyri vísindaligar greinar, men hendan nýggja tænastan er ein líknandi avbjóðing sum noyðir forløg at umhugsað sín leiklut í útbreiðsluni av vísindaligum tilfari.

Tað sum er fantastiski eginleikin við hesum báðum forritunum er at tey eru sosial, ja eg tori næstan at siga kollektiv. Sjálvt um Mendeley er ein handilslig fyritøka, so standa bæði hesi forritini í kontrast til industriellar og væletableraðar gigantar. Nevandi ímóti tí stóra, klossuta og kostnaðarmikla. “Open science” sum hendan rørslan eisini kallast er ein roynd at koma aftur til vísindaliga grundarlagið áðrenn fasistiskisk vísindaforløg rændu frá sperdum universitetsbókasøvnum, tá ið granskarar kundu hugsa um at kannað, lesa og skriva uttan at óttast fyri at deila vitan so vítt og breitt sum gjørligt.

Les meira um granskara boycotti av Elsevier vísinda forlagnum her og um open science rørsluna