Ein søga um eina kúgv

Tað var fimtu ferð, kúgvin kálvaði. Dagin eftir, at kúgvin hevði kálvað úti á markini kom hon við kálvinum til bóndan. Júst sum hann hevði gjørt hinar fýra ferðirnar, tók bóndin kálvin frá henni og kúgvin var sett inn í básin at verða mjólkað.

Tað løgna var bara, at kúgvin onga mjólk hevði. Vanliga kann ein kúgv, sum júst hevur kálvað framleiða upp ímóti 50 litrum av mjólk um dagin. Hendan kúgvin megnaði ikki ein. Bóndin ringdi til djóralæknan, men tey kláraðu ikki at loysa gátuna. Hvønn morgun og hvørt kvøld møtti kúgvin upp við tómum júgrum.

Eftir nakrar dagar fann bóndin uppá ráð og fylgdi eftir kúnni eftir enn eina miseydnaða mjólkingarroynd. Tað, sum hann fann var eins undrunnarvert, ið tað var hjartaskerandi.

Kúgvin hevði ikki kálvað ein, men tveir kálvar. Hon var komin til bóndin við einum, men hin hevði hon goymt í skóginum, sum lá rundanum markina, har hon og hinar kýrnar hildu til. Um dagin, tá ið hon ikki stóð í mjólkingarbásinum, brúkti hon alla sína tíð og orku, at hjúkla um og ansa eftir goymda kálvinum. Tað var tí, júgrini vóru tóm: Hetta var fyrstu ferð, hon endiliga slapp at taka sær av einum kálvi og nú gjørdi hon tað við lít.

Um onkur er framúr tápuligur á føroyskum, so er viðkoamdni “kúbýttur.” Men Holly Cheever, djóralæknin omanfyri, sum fortelur frá hendingina, vísir á hvussu klók – hvussu ó-kúbýtt -, ein kúgv má vera fyri at gera tað, sum kúgvin í søguni gjørdi.

Í fyrsta føri hevði kúgvin minni. Hon visti, at kom hon við sínum kálvum til bóndan, fór hon ongantíð at síggja teir aftur, tí hon mintist hvat var hent fýra ferðir fyrr.

Síðani var hon nóg gløgg til at upphugsa eina ætlan, grundað á tað, hon mintist. Hon visti, at kálvarnir fóru at verða tiknir frá henni, fór hon við teimum til bóndan. Fyri at tryggja sær, at hetta ikki hendi, goymdi hon teir.

Tað triðja og mest undrunnarverda – og hjartaskerandi – var hennara “Sophie’s Choice”-líknandi val, at so at siga ofra annan kálvin fyri at bjarga lívinum hjá hinum. Hon visti, at fór hon við báðum, misti hon báðar. Samstundis visti hon, at goymdi hon báðar, men møtti upp við fullum júgrum og knappliga ókviðin fór bóndin at vita, at hon hevði kálvað og fór tí at leita kálvarnar upp fyri síðani at taka teir. Og tí gav hon bóndandum bara annan. Tað skal rættiliga stórt vit til at gera hetta valið: Ein veruliga desperat og púra kensludrivin móðir, líkamikið djóraslag, hevði goymt báðar. Men kúgvin var klókari enn so.

Cheever tekur samanum og sigur,

Tað einasta, eg veit er hetta: Tað gongur meir fyri seg handan hasi vøkru eyguni enn vit menniskju geva kúm æruna fyri, og sum ein mamma, ið slapp at fjálga um øll míni fýra børn og slapp undan pínuni, sum hevði staðist av at hava mist tey, so samkenni eg við hennara pínu.

2 comments on “Ein søga um eina kúgv

  1. Sjúrður Hammer
    -

    fitt søga, men verður ikki rættiliga nógvur “antropomorfiskur” týdningur lagdur í hasa hendingina? Tað kann væl verða at vit undirmeta kenslulív hjá ymsum djórum, men eg haldi meg minnast kanning sum var gjørd við at drepa eitt neyt frammanfyri einum øðrum vakti sera lítlan empatiskan respons. Kanska er annað galdandi við sínum egna avkomi, men vildi ikki hildi at neyt vóru so sofistikeraði.

  2. Olavur Ellefsen
    -

    Hatta ljóðar sum ein yvirtulking av atburðinum hjá kúnni. Tað kunnu vera so nógvar orsøkir til, at bóndin ikki sá seinna kálvin í fyrstu atløgu. At kúgvin so fór at geva honum, um hon visti, hvar hann var, er ikki so løgið.

Comments are closed.