Makrelur – eitt stríðsmál millum lond

 

Henda blogga er skrivað av einum gestabloggara, sum eitur Hans Ellefsen. Niðast er eitt stutt brot um hvat hann arbeiðir við í løtuni.

Ger so væl!

Fyri at byrja við byrjanini, so stavar alt frá 70unum, tá 200 fjórðingar markið varð ásett, soleiðis at nærum øll lond í heiminum ásettu sær eitt 200 fjórðinga mark, har tey stórt sæð kundu gera, hvat tey vildu. Í 1982 verður gjørd ein avtala í ST regi (UNCLOS) til at regulera hetta og serliga tey økini, sum eru uttanfyri 200 fjórðingar hjá øllum londum (altjóða sjógvur). Hendan avtalan var so ikki nóg góð til at regulera fiskiskapin og seinni verður so ein avtala afturat gjørd, kallað UNFSA (un fish stocks agreement) í 1995, har spurningurin verður meira reguleraður. Í henni verður so avtalað, at londini skulu gera regionalar samarbeiðs­organisationir til at umsita fiskastovnar, sum fara um landamørk, sum dømi kann nevnast okkara organisatión NEAFC, sum regulerar norður eystur atlantshav. Men framvegis verður tað ikki givið nøkur amboð til at býta tilfeingið. Einans verður tað sagt, at londini skulu royna at finna semjur um at deila tilfeingið og fiska burðardygt, og at serlig atlit skal takast til samfeløg, sum eru serliga bundin av fiskivinnu. Eingi principp verða givin til at gera hetta býtið. Tað er so tað, vit standa í nú.

Tríggir fiskastovnar

NEAFC hevur serliga um hendi teir tríggjar pelagisku stovnarnar: svartkjaft, sild og makrel. Teir hava allir ymiska søgu. Td. varð svartkjafturin deildur millum strandalondini í 2006. Tá svartkjafturin varð deildur var tað serliga, hvar fiskurin var og tað søguliga fiskaríið, ið hugt varð eftir. Tá býtið varð gjørt høvdu londini ovurfiskað svartkjafta stovnin í nógv ár undan hesum, hetta helst fyri at fáa staðfest teirra søguligu rættindi. Í 2006 var samlaða fiskaríið á umleið 2 mió. tons. Í 2011 var hetta komið niður á bert 40 tTons. Í ár er tað so komið uppá 400 tTons, men tað er nógv minni enn fyri 5-6 árum síðan. Spurningurin er um hetta eisini fer at henda við makrelinum, sum londini nú eru ósamd um. Fyri sildina er søgan eitt sindur longri enn tað. Í 50unum og 60unum var sera stórur fiskiskapur eftir sild í norðuratlanshavi. Hetta fiskaríið steðgaði brátt í 70unum og var næstan eingin sild eftir í eini 25 ár. Mitt í 90unum kom sildin so aftur, og tað hevur gingið ok síðan tá, tí tað hevur verið samarbeiði. Tá sildin varð deild millum strandalondini í 1996, varð hugt eftir, hvussu sildin hevði ferðast í 50unum og 60unum, og býtislykil gjørdur eftir tí.

Um vit nú taka makrelin, so varð hann deildur í 2000. Býtið var vist gjørt við grundarlagi í nøkrum tølum frá 70unum. Føroyingar sluppu bert uppí part, tí at russar høvdu fiskað makrel sum hjáveiða til svartkjaft í 80unum og 90unum. Makrelurin varð deildur soleiðis, at Føroyar fingu 5 %, EU 60%, NO 35% umframt at nakað var til altjóða sjógv har ma. russar eisini høvdu eina kvotu. Í 2006-07 byrjar makrelurin at síggjast í íslendskum sjógvi, og byrjar Ísland so at fiska makrel tá. Síðan hevur Ísland fiska stórar nøgdir av makreli. Føroyar bróta so út av hesi avtalu í 2010 og fyrsta árið verður fiskað 85 tTons, og í 2011 150 tTons. Samlaða veiðan hesi seinastu tvey árini er 50% meira enn tað, sum fiskifrøðingarnir siga, at vit skulu fiska. Hetta tí at ES og NO fiska, sum um at avtalan millum londini framvegis var galdandi, og fiska 95 % av tí sum ICES sigur, og so legst kanska 50% afturat við FO og IS, umframt tað russar fiska meira nú enn fyrr.

Her eru grafar av fiskiskapi og ásetingum hjá lívfrøðingum (tó ikki fyri sild) av teimum trimum stovnum seinastu árini.

Sild

Svartkjaftur

Makrelur

Sild, svartkjaft og makrel tøl. Kelda: ICES

Tað er rættiliga vist, at um vit halda fram við at fiska so nógv sum vit gera so fara vit at fiska stovnin niður uppá eitt ella annað tíðspunkt, givið søguna hjá sildini og svartkjaftinum.

Spælteori

So eitt sindur um spælteori. Hetta er eitt øki innan búskaparfrøði. Stavar kanska frá øðrum verðaldarbardaga. Spælteori er analysan av interaktión millum partar. Serliga áhugavert í hesum sambandi er tað sokallaða ‘Tragedy of the Commons’ hjá Hardin (1968). Søgan stavar frá Onglandi har kýrnar vóru á einum felags øki, sum var alt ov nógv troytt. Fyri tann einkulta bóndan gav tað meining at lata allar kýnnar koma á bøin, meðan fyri allar undir einum var tað best at avmarka atgongdina. Hetta kann førast beint yvir á fiskiskap og ovurfisking tí havið er at roknað sum eitt felags øki. Hetta kann setast upp á hendan mátan:

Fishing tragedy

Niðast í vinstra hjørni td. er tað sum londini fáa við at spælari 1 avmarkar (1) og spælari 2 ikki avmarkar (8). Londini her fáa meira við at bróta út einkultvís, men samlað fáa londini meira við at samarbeiða um at avmarka fiskiskapin. Í hesum sambandi er tað ovurfisking av pelagisku stovnunum vit hyggja at, og tað at londini ikki avmarka sína veiðu. Sokallaða Nash-líkavektin er, at báðir partar ikki avmarka sín fiskiskap, sum vanliga hendir um ikki avtalur eru møguligar.

Tradegy of the commons verður eisini nýtt til annað enn fiskarí. Td. til tær avtalur um útlátið av CO2, sum londini skulu gera fyri, at veðurlagið ikki skal broytast ov nógv. Har er tað sama galdandi, at fyri tann einkulta gevur tað meining at útláta nógv, meðan fyri øll sum heild er tað ikki so gott. Tað náturliga er ikki at samstarva, tí tað gevur tær mest at hugsa mest um seg sjálvan.

Umframt at forklára atburð kann spælteori siga eitt sindur um, hvussu stabilar avtalur kunnu gerast. Við stabilar verður meint avtalur, sum kunnu haldast uppá longri sikt. Te. avtalur, sum londini ikki vilja bróta.

Eitt, sum hongur neyvt saman við stabilum avtalum eru sokallaðar møguligar loysnir, sum eru % býtið millum londini. Londini skulu í minsta lagi fáa tað tey kundi fingið, um tað ikki var nøkur avtala, annars tíma tey ikki at samarbeiða. Í talvuni omanfyri er minimum londini skulu hava í part 2 og munurin frá 2 til 5 býtast millum londini.

Um man so hyggur at motivini aftanfyri, hvussu londini uppføra seg kann tað siga eitt sindur. Fyri tað fyrsta so hava Ísland einki at missa tí er teirra uppførsil nemmur at fylgja, alternativi hjá teimum er einki at fiska ella at fiska eitt sindur. Hetta kann kanska samanberast við at nótabátar vilja hava avtalu, meðan hinir skipabólkar ikki vilja hava avtalu, sum er eitt sindur paradoksalt. Partrolarar fáa makrel soleingi tað er ósemja, aftaná eina møguliga avtalu er tað meira óvist.

Tað, sum mín fyrsta grein vísti var, at minni lond eru minni áhugaði í at samstarva enn størri lond eru. Hetta tí at tey minni londini hava minna at missa. Tí er neyðugt at minni lond fáa meira enn teirra lutfalsliga part av eini kvotu. Eitt annað eg vísti á var at tað vit hava sæð tey seinastu tvey árini er at dupultur prísur av makreli um hann verður fiskaður í Noregi enn um var fiskaður í føroyskum sjógvi. Hetta tí, at fitiinnhaldið er nógv størri í Fo enn No. Umframt at prísurin er lægri við at fiska makrel um summarið, er tað eisini dýrari at fiska hann í føroyskum sjógvi. Hetta gevur í princippinum eisini stabilari avtalur og er kanska ein orsøk til at føroyingar hóast alt ikki hava brotið út fyrr. Eg vísti eisini á at Føroyar átti at havt eina lutfalsliga størri kvotu enn Ísland, tí Føroyar hevur eina søgu at vísa á ísv. makrelfiskiskap, sum Ísland ikki hevur.

Lívfrøði

Føroyingar hava eitt grundað krav at seta hinum londunum, men sum sagt kann ikki verða farið aftur til avtaluna UNFSA at finna útav, hvussu tilfeingið skal býtast. Allir partar hava okkurt, sum teir kunnu siga gevur teimum rætt til at fiska makrel. ES hevur tað, at stovnurin gýtur í ES sjógvi, Noreg hevur tað, at makrelurin er best at fiska í norskum sjógvi, bæði best prís, og minst útreiðslur. Og so eru føroyska og íslendska øki, at her er tað hann blívur feitur.

Migrations tríkantur

Tey principp, sum higartil eru nýtt til at býta pelagiskar fiskastovnar, eru zonal attachment og søguligt fiskarí. Partur av føroyska (og íslendska) krøvum byggja á, at makrelur etur so nógv í okkara øki. Tí skulu vit hava minst 15% av samlaða makrelkvotuni.

Men sum kriterie at býta makrelin eftir, er vøksturin av fiskinum eitt sindur misvísandi. Td. minkar makrelurin tá hann hevur gýtt, skal tað so geva eitt negativt %?

Vøksturin av makreli. Havforskningsinstituttet i Norge

Eitt, sum ikki gevur føroyingum so góð kort á hondina, eru tær kanningar, sum eru gjørdar á sumri 2010 og 2011, ið geva Føroyum eitt stað ímillum 15 og 20% av samlaða stovninum, men kanningarnar eru gjørdar um summari tá makrelurin er í Føroyskum sjógvi (um veturin er hann ikki her) og so er ES ikki við í kanningunum, sum merkir, at har er eitt stórt øki, sum tað møguliga eisini er makrelur. Sæð í hesum ljósinum, so virkar 15% eitt sindur høgt sett.

Yvirlitstroling juli 2010. Kelda: Havstovan

Og hetta er bert eitt ár, so tú veitst faktisk ikki, hvar makrelurin hevur verið aðra tíðir, so til spurningin: Hví er tað so ringt at koma til eina semju er svarið kanska, tí at makrelurin er so ringur at síggja á einum ekkoloddi! Svartkjaftur og sild síggjast væl á ekkoloddum, og eru tí nemmari at býta.

Um vit skuldu leita eftir onkrum øðrum til at geva Føroyum ein hægri kvotu, kundi setningurin um at serlig atlit skulu takast til samfeløg, sum eru serliga bundin av fiskivinnu í UNFSA sáttmálanum kanska verði brúktur. Men hinvegin tað kunnu smá fiskarí samfeløg í eitt nú Skotlandi eisini siga.

Ein ‘krúlla’ á søguni afturat er, at ES fekk eini 7% av samlaðu Norðhavssildakvotuni, tá avtalan varð gjørd í 90unum. Hetta hóast hendan sildin als ikki kemur í ES sjógv. Hetta vísur kanska bert, at tað ikki altíð eru vísundalig prógv, sum bera eina avtalu ígjøgnum, men kanska eisini makt.

Mótpartssjónarmið

Um tú skal koma nakran veg í samráðingum er viktugt at royna at seta seg inn í, hvussu hinir partarnir allarhelst síggja uppá tingini. Um vit siga, at føroyingar vilja hava 15% og Ísland sigur tað sama, 15%, ja, so er parturin hjá FO/IS vaksin við 25% frá 5 % til 30%. Hetta merkir so, at ES skal niður á td. 45% og NO 25%. Hetta er ein rættiliga stórur niðurskurður.

Kann tað vera, at ES/NO bara bíða til at vit hava fiska stovnin niður, og so er einki hjá FO/IS at koma eftir? Paralellin er svartkjafturin, har fingu bæði FO og IS ein stóran part, og nú svartkjafturin er minkaður er ikki so nógvur svartkjaftur longur serliga í Íslendskum sjógvi.

Tað søguliga fiskaríið kundi kanska verði brúkt, men tann fiskiskapurin, sum hevur verið í føroyskum sjógvi hevur verið stórur í tvey ár, men tað kann ikki júst brúkast sum eitt argument nú, tí tað kundi hini londini eisini havt gjørt, altso fiska nógv. ES sigur, at teir kundu fiska 100% av kvotuni, um tað er tað, sum tey vildu.

Loysnir

Ein orsøk til trupulleikarnar vit eru í, er í sjálvum designinum av avtalunum. Man roynir at gera langtíðaravtalur uppá nakað, sum broytir seg uppá stutt sikt. Ein máti, sum hetta kundi verið loyst uppá, er við at gera fyribils avtalur, so at soleingi, at fiskurin er í føroyskum/íslendskum sjógvi, fáa vit ein stóran part av kvotuni. Tá tað so ikki er galdandi longur, er tað tann gamla avtalan aftur.

Eitt annað, sum kundi lætt um hjá teimum, sum samráðast, er at gera avtalur, sum eru størri. Vit síggja tað, at ES vil gera handilstiltøk ímóti føroyingum. Her er sjálvandi ein asymetri í. Føroyar eru nógv minni enn ES, og ES kann skaða okkum, men vit kunnu ikki skaða tey. Men í øðrum høpi kundi  hetta verði umhugsað fyri at fáa borið eina avtalu ígjøgnum, sum inniheldur onnur viðurskifti. Spurningurin er so, um tað ikki hevði loyst seg, at gjørt avtalur um øll trý fiskasløgini undir eini avtalu, fyri at fáa stabilari avtalur. So kundi tað verið býtt millum fiskasløgini og hevði tað verið soleiðis, at londini høvdu havt meira at missa um stóra avtalan dettur niðurfyri, í mun til bert avtalur um hvørt einkult fiskaslag. Hetta er kanska uppá longri sikt ein loysn.

Niðurstøða

Ringt er at síggja at londini koma til nakra semju um at býta makrelin fyribils. Spurningurin er um tað verður nøkur avtala áðrenn stovnurin kollapsar. Eitt annað spæl innan spælteori, sum líknar Tradegy of the Commons, kallast chicken. Tað er kent úr amerikanskum filmum, har tveir ungdómar eru í hvør sínum bili og koyra ímóti hvørjum øðrum og taparin er tann sum vendur út í grøvina ‘chicken’. Vit kunnu siga at ES og NO eru í einum bili og FO og IS eru í hinum bilinum. So koyra vit ímóti hvørjum øðrum, til endans verður eitt krasj tí eingin vil bakka!

Chicken

Referansa:

“The Tragedy of the Commons,” Garrett Hardin, Science,

162(1968):1243-1248.

 

Hans Ellefsen

Eg eri í gongd við at gera ein PhD í fiskivinnubúskapi við Syddansk Universitet. Eg havi gjørt tað í gott tvey ár nú, og er 1 ár eftir. Í samband við tað var eg eitt ár í USA og tók nøkur fak og annars var vitjandi á universitetinum og øðrum stovnum har yviri. Endamálið við verkætlanini er at finna útav, hvussu vit fáa avtalur, sum kunnu halda uppá longri sikt. Verkætlanin er fíggjað av fiskivinnuroyndum og granskingarráðnum. Hans hevur fyri stuttum verið í sendingini Vitan í kringvarpinum og snakka um júst sama evni sum bloggan omanfyri. Hoyr sendingina her.