Hvat er vitan?

Standmyndir Dædalus sigast at hava verið so natúrligar, at vóru tær ikki tjóðraðar, hevði vandi verið fyri, at tær fóru til stroks. Dædalus var uppfinnari, arkitektur, villiniborgasmiður, fyrsta flúgvandi menniskja (nú lata vit sum um) og fyrsti grikski myndahøggarin, ið fann upp á at skapa sínar standmyndir soleiðis, at tær høvdu opin eygu og sundurskild bein. Tí varð mett, at hóast hansara standmyndir vóru háttvirdar og eftirspurdar, so vóru tær virðisleysar, um tær ikki eisini vóru væl og virðiliga tjóðraðar. Sum ikki einaferð snýr alt í heimspeki seg um Sokrates. Sannar meiningar, fortelur Sokrates Meno, eru at samanbera við standmyndir Dædalus: tær eru virðisleysar, um tær ikki eru fastnegldar við góðum grundgevingum fyri, hví tær eru sannar. Um eingin grundgeving er til taks, so flýggja sonnu meiningarnar úr huga okkara, áðrenn langt er liðið.

Hendan Sokratiska hugleiðingin um, hví vitan er betri enn tilvildarliga sannar meiningar, var í meiri enn tveytúsund ár góðtikna grundarlagið fyri heimspekiligu hugtaksgreiningini av vitan. At vita okkurt – hildu nærum allir vitanarspekingar – var at hava eina sannføring, ið er sonn, og sum ein hevur heimild til at hava. Um tit lósu seinastu fróðskaparblogguna hjá mær, minnast tit allarhelst, at hugtaksgreining er at veita neyðugu og nøktandi treytirnar fyri nýtsluna av einum hugtaki.

Tað ljóðar rímiligt, at fyri at vita, at t.d. vatn er H2O, so er tað neyðugt at hava eina sannføring um, at vatn er H2O. Tað sýnist tó ikki nøktandi. Flest øll kunnu ivaleyst ímynda sær sannføringar, ið ikki telja sum vitan. Falskar sannføringar eru eitt dømi. Ein sannføring, ið ikki passar, átti ikki at verið rópt ‘vitan.’ Vit halda sostatt, at sannleiki eisini er ein neyðug treyt. Kunnu vit so rópa sannar sannføringar ‘vitan?’ Nei, tí, sum Sokrates vísti okkum á, so er ein grundgeving fyri, hví sannføringin er sonn – ella ein “heimild” – eisini ein neyðug treyt. Hvør sær er ongin av treytunum ‘sannføring,’ ‘sannleiki’ ella ‘heimild’ nøktandi fyri nýtsluna av hugtakinum ‘vitan.’ Men inn til 1963 var breið semja innan fyri vitanarspekina um, at sameiningin av hesum trimum neyðugu treytunum var nøktandi.

Í 1963 varð hendan aldarlanga semjan tó brádliga brotin. Heimspekingurin Edmund Gettier skrivaði eina grein, sum bert var hálva triðju síðu til longdar, við heitinum  “Er heimilað sonn sannføring vitan?” Eftir einstøkum degi varð gamla greiningin av hugtakinum ‘vitan’ havnað. Grein Gettiers er tí eitt framúrskarandi svar upp á spurningin “hvat fær heimspekingar at broyta meining, tá teir einaferð  eru vorðnir samdir um, hvat eitt hugtak merkir?” Svarið er, at ein brúkar eitt heimspekiligt amboð, ið kallast ein ‘tankaroynd.’ Nógv ymisk sløg av tankaroyndum eru til. Men tað, sum er viðkomandi fyri okkum, er eitt serligt slag av tankaroynd, har ein ímyndar sær eitt dømi um eitthvørt, ið lýkur allar treytirnar í hugtaksgreinini, men kortini ikki livir upp til hugtakið. Ikki allir heimspekingar brýggja seg um hetta slagið av tankaroynd, tí tað er ikki eyðsætt, at alt, sum ein kann ímynda sær, er gjørligt. (Kanska kann eg greiða tykkum frá hugsháttarspeki og gjørligum heimum í komandi bloggupostum.) Ímyndaðu dømi Gettiers eru tó trupul at vísa aftur, sjálvt tá ein er tortrúgvin um, at tilhugsað dømi eru gjørlig. Grundin er, at dømi Gettiers eru óvanliga jarðbundin í mun til aðrar slíkar tankaroyndir.

Gettier nevndi í síni upprunaligu grein tvær slíkar tankaroyndir, men nógvar eru gjørdar seinni og – sum eg fari at vísa á – summar eisini undan hesum. Allar slíkar tankaroyndir kallast tó nú á døgum “Gettier tilburðir,” uttan mun til um Gettier hevur funnið upp á hvørja einstaka av teimum. Gettier bað okkum ímynda okkum tveir menn; lat okkum kalla teir Petur og Mortan, ið báðir kappast um sama starvið. Petur veit av, at Mortan hevur seks krónur og hálvtrýss oyru í sínum lumma. Petur veit tó ikki av, at av reinari tilvild hevur Petur sjálvur júst somu nøgdina av peningi í sínum egna lumma. Petur hevur eisini ógvuliga góðar grundir til at halda, at Mortan fer at fáa starvið. Petur hugsar tí fyri seg sjálvan: “Ein maður við seks krónum og hálvtrýss oyrum lummanum fer at fáa starvið.” Tað vísir seg, at Petur hóast alt fekk starvið. Sannføring Peturs, at “ein maður við seks krónum og hálvtrýss oyrum í lummanum fór at fáa starvið,” var soleiðis bæði heimilað og sonn. Men var tað vitan? Sjálvandi ikki, helt Gettier. Tað var bert býtt hepni, at sannføring Peturs var heimilað og sonn.

Gettier-tilburðir hava altíð sýnst mær heldur skemtiligir. Um tykkum dáma skemtileikir og -filmar, kunnu tit ivaleyst minnast aftur á onkran teirra, hvørs skemt eisini stóðst av eini fløktari søgu. Eg lovaði fyrr, at eg skuldi vísa á ein Gettier tilburð, ið er eldri enn grein Gettiers. Vónandi spilli eg ikki endan av søguni fyri nakran, men um tit ikki hava lisið ella sæð The Importance of Being Ernest eftir Oscar Wilde enn, so eru tit heldur sein í vendingini, síðani leikurin hevði frumframførslu í 1895. Eg ætli mær ikki at fara í smálutir í míni frágreiðing, so eg fari at gera so stutt av, sum gjørligt: Algernon og Jack, ið varð burturgloymdur á eini tokstøð sum barn, eru góðir vinir. Kúllarnir báðir hava billað tveimum sprundum inn, at teir eru beiggjar, og at Jack eitur Ernest. Teirra lygnir verða avdúkaðar, og sprundini vilja tí ikki giftast við teimum. Lukkutíð vísir tað seg tó til endans, at Algernon átti ein stórabeiggja, ið kallaðist Ernest. Hann varð eisini burturgloymdur á eini tokstøð og aldrin funnin aftur. Jack er sjálvandi ongin annar enn burturmisti beiggin. Algernon og Jack/Ernest høvdu kortini, men ótilivitað, sagt sprundunum sannleikan! Brúdleypsætlanirnar kunnu nú fremjast, og leikurin endar lukkuliga.

Allarhelst hevði Oscar Wilde onagn vitanarspekiligan boðskap í sínum leiki. Men vit, ið kenna til Gettier tilburðir, kunnu gera vart við, at sprundini bæði luku allar tær Sokratisku treytirnar fyri at vita, at Algernon og Jack vóru beiggjar, og at navn Jacks var Ernest, hóast vit treyðugt høvdu rópt tað vitan. Av tí, at Algernon og Jack sjálvir høvdu fortalt teimum tað, høvdu genturnar eina sannføring, ið var heimilað og, sum ávur nevnt, var sannføringin eisini av tilvild sonn. Og hóast slíkir ímyndaðir tilburður neyvan henda hvønn dag, so eru teir nóg jarðbundnir til, at vit áttu at hildið, at teir henda viðhvørt. (Heimspekingurin Timothy Williamson reypar stundum av, at hann viðhvørt framprovokerar Gettier tilburðir fyri sínum áhoyrarum, tá hann heldur fyrilestur.)

Eg vóni ikki, at tit hava lisið so langt sum higar í hesum blogguposti í væntanini um, at eg fór at siga, hvør loysnin upp á trupulleikan er. Um eg hevði eina loysn upp á Gettier trupulleikan, hevði eg verið ein víðagitin heimspekingur ístaðin fyri bert ein vanligur lesandi. Flestu vitanarspekingar halda, at okkum bert tørvar eina neyðuga treyt aftrat teimum áðurnevndu trimum. Hetta kallast vanliga HSS+. (Ella JTB+, um tit eru enskttalandi). Ósemja er um, hvør hendan fjórða treytin átti at verið, og higartil eru øll uppskot fallin til jarðar. Uppaftur aðrir vitanarspekingar halda, at treytin um heimild skal “avgettieriserast” onkursvegna. Men slíkar royndir at loysa trupulleikan renna seg í ein nýggjan trupulleika hinumegin. Eigur heimild (ella heimild + fjórða treytin) at vera fullkomin trygd fyri sannleika? Tað hevði verið heldur løgið, um tað, at vit hava eina heimilaða sannføring ger tað, sum vit eru sannførd um, satt. Heimspekingurin Linda Zagzebski hevur próvført fyri, at Gettier-trupulleikin ikki kann loysast, tí so leingi har er eitt “glopp” ímillum sannleika og hinar treytirnar, sum vit allarhelst vilja hava, so fer altíð at bera til at finna uppá Gettier-tilburðir. Hinvegin eru uppaftur aðrir heimspekingar, ið halda, at Zagzebski tekur feil.

Hendan breiða ósemjan er júst grundin til, at eg haldi Gettier trupulleikan vera ein tann mest spennandi innanfyri heimspekina. Fortel mær endiliga, um tú hevur eitt uppskot til, hvussu hann kann loysast.

2 comments on “Hvat er vitan?

  1. -

    Eg eri ikki spekingur av nøkrum slag, men tað lítla eg kenni til heimspeki hevur givið mær ta fatan at heispekin er full av fiktivum trupulleikum og meiningsleysum spurningum. Men tað passar kanska væl við tað sum Dennett sigur, at heimspeki er leitanin eftir tí rætta spurninginum og at tá tú hevur funnið hann gerst tað vísind. Sjálvur vildi eg blaka handan analysuháttin av vitan burtur og nýtt ein heit annan. Vitan og Sannføring skulu vera tann sami ringurin. Tann ringurin skal vera inni í Heimild ringinum, og heimild ringurin skal kallast Tann Vísindaligi Framferðarhátturin, og tann ringurin skal vera inni í Sannleika ringinum.

    Vitan skuldi kanska verið kallað pragmatisk vitan, ella tann besta tøka vitanin í løtuni, í hesum sambandi, tí vísindalig vitan flytur seg, broytist og víðkast. Møguleikin fyri at púra objektiv og veruleikaheft vitan møguliga ikki finst, ella møguliga ikki er atkomilig fyri okkum menniskju, hevur leingi verið til innan vísind. Eg veit ikki hvussu tað er innan heimspeki.

    So eg meini vit skulu hava eina nógv meira pragmatiska tilgongd til vitan, og eina meira pragmatiska hugsjón av hvat vitan er. Eg taki undir við at: “The only real knowledge is scientific knowledge!”

  2. - Post author

    Heri, tá tú sigur teg taka undir við at einasta veruliga vitanin er vísindalig, er hetta so nakað, tú veit? Takk fyri viðmerkingina annars.

Comments are closed.