Er dansklærugreinin í skúlaverkinum einans leivd frá hjálandaveldinum?

Kjakið um danskt í nýggju miðnámsskúlaskipanini, sum skal koma í gildi 2012, elvdi ikki óvæntað til kensluborið kjak í almenninginum eftir at dansklærarar í miðnámsskúlunum høvdu víst á týdningin lærugreinin hevði fyri alment innlit í norðurlendska og europeiska mentan og sum serliga málslig amboðslærugrein til víðari lestur í Danmark og hinum Norðurlondum. Kjakið snúði seg m.a. um tað árin, sum danska málið hevur og hevur havt á føroyska málið og í hvønn mun danskt framvegis røkir uppgávur, sum av røttum eiga at liggja í móðurmálslæru­greinini. Sjálvsagt er hetta kjak ein leivd frá einari danskari skúlaskipan, har føroyskt bæði sum undirvísingarmál og lærugrein hevur stríðst fyri tilverurættinum, sum er sjálvsagdur hjá móðurmálinum í tjóðarstatum. Hetta átti at verið ein farin tíð, tí eingin ivi er nú á døgum um, at høvuðsmálið og móðurmálið í skúlaverkinum er føroyskt. Tað, sum vit ikki hava havt rygg og dirvi at gera, er at seta orð á, hvørja støðu og hvønn leiklut danskt hevur, nú tað ikki longur er móðurmál ella røkir móðurmálsuppgávur í skúlaverkinum.

Norðurlendska dimensiónin

Enskt er vísindamálið og altjóða samskiftismálið í altjóðagjørda heiminum, eingin ivi um tað, men enskt er eisini undirhaldsmálið og gerandis samskiftismálið í talgildu rúmdini og óítøkiliga tykisheiminum. Spøl, filmar, undirhald og tíðindi, sum ungdómurin og uppvaksandi ættarliðið sum heild kemur í samband við á øðrum vitanar-, upplýsings- og læringspallum enn í skúlanum, er antin á enskum ella á donskum.

Enskt er eitt stórt mál og við tí fær tað eisini ovurstórt vald, bæði tí tað er so stórt, men eisini tí tað er rúmsátt og inkluderandi. Ung fólk í Føroyum tosa sum størstu sjálvfylgju enskt sínámillum. Hvat slag av enskum og dygdina á tí havi eg ikki møguleika at gera nakran úrskurð um, men eingin ivi er um, at enskt liggur ómetaliga frammarlaga í málvitskuni hjá unga ættarliðnum.

Enskt er við síni støðu sum samskiftismiðil, bæði á gerandisplani og á vísindaplani, í stórum pørtum av heiminum við til at troka tjóðarmálini til viks, serliga tá ið talan er um ungdómsmentan og vísindamál.

Lars S. Vikør professari í skandinaviskari málfrøði á lærda háskúlanum í Oslo spáar í sambandi við ta stóru angloamerikansku ávirkanina á ávís máløki, t.d. innan náttúruvísindi, tøkni, handilslív og ungdómsmentan, at tjóðarmálini eru í vanda at gerast annaðmál í mun til enskt. Vikør spáar somuleiðis, at í sambandinum millum ES og tjóðarmálini kunnu tjóðarmálini koma at fáa somu lagnu sum málførini, at tey einans kunnu brúkast privat og í siðvandnari mentan.

Danskt í almenna rúminum

Donsk vikubløð ávirkan á intimmáliðDanskt er siðvenjuliga tætt knýtt at talumálinum, lættisoppalestri og undirhaldi, t.v.s. at breiða fjøldin hevur verið stórliga ávirkað av donskum gjøgnum viku- og mánaðarbløð og undirtekstir í filmi o.ø. Orð sum “lepastift”, “hygieina”, “menstrasjón”, “graviditetur”  eru góð dømi um, at kvinnur hava sítt intimmál úr donskum vikubløðum ella danskmæltum heilsu- og læknabókum. Sjálvt um summi orð av hesum slagi hava sín uppruna í latíni ella øðrum fjarskotnum málum, so verður føroyski málbrúkarin kunnaður við tey umvegis danskt og í dag í størri og størri mun gjøgnum enskt. Vit sleppa ikki undan teirri sannroynd, at danskt hevur ómetaliga stóra ávirkan á føroyska málbrúkaran gjøgnum fak- og lættisoppalesnað, og tað hevur ómetaliga stóra ávirkan á talumálið og er við til at skapa eina gjógv og eina andsøgn millum talu- og skriftmálið. Vit, sum undirvísa í føroyskum, standa altíð í teirri tvístøðu: skulu vit loyva tí hálvdanska ella hálvenska at gerast part av skrivaðum føroyskum ella skulu vit vísa á føroysku orðini fyri tey útlendsku og lúka tey úr skrivaða tekstinum, tá ið vit rætta. Hetta er ein trupul støða at vera í og heldur ikki altíð so løtt støða at vera í, tí við at lúka øll gerandis fremmandaorð út úr málinum hjá ungfólki og koma við føroyskum orðum ístaðin, sum tey kanska ongantíð hava hoyrt áður og sum tey als ikki vita hvat týða, tí tey ongantíð síggja tey í teimum tekstum og tí máli, sum tey lesa og hoyra mest, krevur mangan góðar grundgevingar og nógvar frágreiðingar, og tá fer frálæran einans at snúgva seg um orð. Tað fær álvarsligar avleiðingar fyri fakliga innihaldið og uppgávan hjá føroyskum sum ein almennandi lærugrein verður misrøkt.

Danskmæltur faklesnaður ávirkarTá ið lærubøkur og lærarar heldur ikki brúka onnur orð enn tey fremmandu, seta vit uppvaksandi ættarliðið í eina ómetaliga ringa støðu. Í eygleiðing og í samskifti við ung kemur greitt til sjóndar ein tvístøða millum at varðveita tað føroyska málið í einum “reinum” og upprunaligur formi og at brúka eitt mál, sum tey kenna seg aftur í, bæði í nærumhvørvinum og í mongum undirvísingarsamanhangum.

Í spurnakanning frá 2004 svara 56 % av næmingunum í 3.s., at brúkið av fremmandaorðum er í lagi sum tað er, t.v.s. at tey ikki meta fremmand mál sum eina hóttan móti føroyskum í sær sjálvum. Tá ið tey verða spurd um grótføroyskt, svara góð 20%, at tað er neyðugt fyri føroyska málið og nøkur fleiri svara, at tað ger føroyskt til eina avbjóðing. Samstundis sum eitt stórt tal metir grótføroyskt, sum næmingarnir sjálvir kalla tað, sum neyðugt fyri varðveitslu av føroyskum.

Innihaldsfylla danskt til egnan tørv og nyttu

Nú føroyskt er vorðið viðurkent at geva atgongd til hægri lesnað í Danmark, er kravið til danskt sum kravd lærugrein ikki neyðugt, um tú skalt søkja víðari lesnað har og í øðrum Norðurlondum. Hetta ber í sær, at vit fyri fyrstu ferð í føroyskari skúlasøgu hava høvi til at seta okkum niður og finna fram til, hvønn tørv vit skulu nøkta og hvørja nyttu vit skulu hava burtur úr donskum. Hetta krevur grundleggjandi, at vit taka stigið og gera danskt til fremmandamál ella grannamál í skúlaskipan okkara, tí í verandi líki er danskt ein innanholað móðurmálslærugrein í skúlanum í Føroyum og hetta er sjálvsagt beinleiðis leivd frá tí danska skúlanum, sum varð settur á stovn í Føroyum við Provosorisk reglement í 1845 og sum fekk sína stóru útbreiðslu um aldaskiftið 1900. Fyri at gera eina langa søgu stutta, so snúði stórur partur av tjóðskaparstríðnum seg um støðuna hjá føroyskum í skúlaverkinum, serliga eftir at § 7 frá 1912 varð sett í gildi, sum bannaði føroyskum sum undirvísingarmáli.

Føroyskt og aðrar lærugreinir

Tøknin setir sín dám á undirvísingina í dagsins skúlaEin stórur trupulleiki hjá føroyskum máli er, at so stórur partur av akademiska almenninum hevur sín fakliga førleika á einum fremmandum máli. Nógvir føroyskir akademikarar eru ikki fulltryggir í at brúka málið, hvørki í almennum kjaki ella í teirra fakliga brúki. Serliga í skrift ger hesin veruleiki seg galdandi og úrslitið er, at hesi fólk mangan brúka nógvar kreftir uppá at vísa á, hvussu ómøguligt føroyskt er at brúka og at gjógvin er so stór millum talu- og skriftmálið. Eingin setur seg niður og hugleiðir um, hví so er og enn og minni gera flestu teirra nakað við tað. Tá ið tey koma í fjølmiðlarnar við sínum tonkum ella úttala seg fakliga, er tað á einum jánkasligum og óbúnum blandingsmáli, sum ger at teirra fakligi førleiki als ikki kemur til sín rætt. Úrslitið er, at føroyskt fakmál er fátæksligt á øllum økjum – uttan á teimum økjum, har hægri lestur á fakøkinum er á Fróðskaparsetrinum.

Á miðnámsskúlaøkinum er føroyskt einans umboðað í føroyskum og bara lutvíst í øðrum lærugreinum. Hetta gevur føroyskum eina veika støðu, bæði sum mentanarbera og vitanarmiðlara, og tað setur føroysklærugreinina í ta støðu, at hon lættliga fær leiklutin at vera varðveitandi og afturhaldssinnað, tí óttin fyri, at føroyska málið skal fara fyri bakka, er ein týðandi diskursur í føroysklærugreinini.

Nýtsla av orðabók og serkunnleika

At leita í móðurmálsorðabók eigur ongan heimarættTað er ein løgin fatan millum føroyskar málbrúkarar, at tú bara skalt brúka tann partin av málinum, sum tú ert kunnað/ur við heimanífrá ella hittir í gerandisdegnum. At hyggja í eina orðabók ella spyrja seg fyri, hvussu okkurt skal orðast ella fatast, liggur uttan fyri tað, sum eigur heimarætt í teirra føroyska máli, tí er illviljin so sjónskur og ofta aggressivur, tá ið orð og málburðir koma fyri, sum ikki hoyra til gerandismál málbrúkans. At hjúkla um málið, at finna sín egna stíl og tilvitið um ymsar stíllegur stendur sera veikt í tilvitinum hjá føroyska málbrúkaranum. Henda fatan av føroyskum er ógvuliga inngrógvin og er eftir mínum tykki grundað á, at føroyskt so seint í tíðini er stovnsgjørt í skúlaverki okkara. Tískil hevur eingin lærdómsdiskursur verið knýttur at málinum. Ein tann fremsta stevnan hjá Fróðskaparfelagnum (stovnað 1952) var at skapa eitt føroyskt vísindamál. Tað er heilt greitt, at føroyskt sum vísindamál var ein tjóðarbyggingarætlan, sum endaði við, at Fróðskaparsetur Føroya varð sett á stovn í 1965, og við tí var grundarlag lagt undir føroyskt sum vísindamál, men fáu útboðini og fáu fakøkini, sum hava verið umboðað á Fróðskaparsetrinum, hava havt við sær, at flestu føroysku akademikarar framvegis hava danskt/enskt sum lærdóms- og lærumál. Annað er, at enskt er í ferð við at gerast lærubóka- og undirvísingarmál á flestu lærdum skúlum í grannalondum okkara, og við hesum hava tjóðarmálini tapt stríðið sum mentamál, tí akademiska málið og akademiskt samskifti alt meira verður enskt.

One comment on “Er dansklærugreinin í skúlaverkinum einans leivd frá hjálandaveldinum?

Comments are closed.