Eftirlitið við landsins leiðslu alt ov veikt

Seinastu tíðina hevur landsins leiðsla ikki beinleiðis baðað sær í fólksins undirtøku. Tað eru nógvar orsøkir hartil: Skatta- og pensjónsmálið, makrelmálið, gegnismálið í fiskivinnumálaráðnum og seinast avtøkan av sendistovuni í London (hóast hetta kanska er ein rímiliga skilagóð loysn).

Tað vísir seg ferð eftir ferð, at eftirlitið er ov veikt, og lítið og einki fær avleiðingar. Hetta sáar iva um trúvirði løgtingsins og landsstýrisins. Tað er ein landstýrismannanevnd, ið tekur sær av tí, og eisini er tað fremsta uppgáva hjá løgmanni at hava eftirlit við síni stjórn, men tá hann sjálvur traðkar útum linjurnar (sendistovumálið), tá er ikki lætt at vita, hvønn veg mann skal venda sær fyri at fáa svar.

 

Kanska skal veljarin ikki seta spurnartekin við nakað, ið fyrigongst í politiska leikhúsinum. Kanska hevði Joseph Schumpeter rætt, tá hann viðmerkti, at ”democracy means only that the people have the opportunity of refusing or accepting the men who rule them”. Schumpeter meinti, at meinigi maðurin bleiv ov primitivur í síni framferð, um hann slapp at renna leysur í politisku sferuni. Støðið lækkaði ov nógv.

schumpeter

Kanska er tað rætt. Møguliga er tað ov óhøgligt og óumhugsið av fólkinum at krevja, at mann sleppur at stýra tí umboðandi fjøldini. Kanska er tað best, um vit velja og síðani lata tey stýra. Vit hava jú fingið at vita, hvat tey ætla tey komandi fýra árini og valt útfrá tí.

Í og við at vit hava givið loyvi (um enn eitt stilt loyvi) at verða stýrd, so eru vit kanka ikki fræls meira, og at krevja at sleppa at stýra sjálvi er kanska í so nasadjarvt. Franski heimsspekingurin Jean-Jacques Rousseau segði, at ”the moment a people gives itself representatives, it is no longer free. It ceases to exist.”

rousseau

Hetta er sjálvandi ikki rætt og bert orðaskvaldur fyri tað mesta. Vit hava valt fólk at umboða okkum, og tað er júst tað, ið tey gera: umboða okkum. Tey eru agentar, ið skulu svara til okkum og tað er har, at eftirlitið kemur inn fyrst og fremst.

Kanska er tíðin komin til, at mann umhugsar at broyta skipanina, so hon er lættari at draga til svars.

Ein samgonga við nóg stórum meirluta ger, sum hon vil, og so má mann sum veljari bara eta tey epli, sum mann sjálvur hevur velt. Er nakað annað at velja?

Kanska kundi mann hugt uppá at deilt instansirnar meira sundur, enn teir eru nú. Fyrst og fremst skilt løgtingið og landstýrið sundur soleiðis, at tað bleiv hvør sín skipan og hvør sítt val.

Tað hevði í øllum førum verið ein styrkjan av eftirlitinum á hvørt annað, um tey knappliga blivu noydd at hava onkran at liva upp til. Í løtuni er tað ov lætt at senda lógir og mál ígjøgnum løgtingið uttan eina høgliga viðgerð og ofta uttan nóg góða upplýsing.