Tað er hundrað, sum er til

Herfyri (2. februar) var seturskjak í Læraraskúlahøllini um ”skúlabyrjan hjá barninum”. Tað var eitt áhugavert kvøld við góðum fakligum uppleggum og nógvum spurningum og viðmerkingum. Eini 100 fólk, í høvuðsheitum pedagogar og fólkaskúlalærarar, vóru við til seturskjakið.

Hetta boðaði frá góðum, og at vit kunnu vænta okkum at fáa meira mennandi íblástur frá setrinum og frá pedagogum og lærarum í komandi tíðum. Tað er kærkomið.

Síðani hetta hóskvøldið hava pedagogarnir verið í verkfalli so at siga alla tíðina, tí teir vilja hava rímiligar sømdir til at inna sítt yrki. Tað hevur leikað hart á, og sømdunum er so sum so við, nú semja er gjørd, og verkfallið umsíðir er av. Myndugleikin hevur fingið ta bíligastu loysnina. Tað vildi hann hava, og ikki ta góðu og helst bestu loysnina, sum tað hevði sømt seg í einum framkomnum samfelag, sum vil økja um dygdirnar í samfelagnum og í fólkinum.

Men upp úr øskuni er, sum fuglurin Fønix, risin ein pedagogstætt, sum hevur fingið mál. Leiðslan í Pedagogfelagnum hevur, við formanninum á odda, staðið seg sera væl og hevur skapað virðing fyri yrkisbólkinum í strembanini eftir at skapa líkindi fyri dygdargóðum pedagogiskum arbeiði hjá pedagogum. (Løgið at tað skal vera neyðugt at berjast sum fyri lívinum fyri at fáa líkindi at tryggja dygd í sínum arbeiði).

Og nú komi eg til tað, sum eg fegin vil nýta høvið at fáa sagt í hesi bloggu. Hetta dygdargóða arbeiðið skal ikki bara vera sum onnur vilja hava tað at vera, men sum pedagogarnir, við teirri fakligu vitan, sum vit nú á døgum hava um børn, barnamentan og barnanna støðu í samfelagnum, halda at tað skal gerast, sama hvussu tey annars eru útborin,.

Tí er tað sera óheppið, at so at siga alt tað, sum myndugleikin hevur áhuga fyri og diskar upp við, er, eitt sindur fýrkantað sagt, ein einasti spurningur, og hann er: hvussu gera vit barnið ”grýtuklárt” til skúlan?

Mangur undrast á, ikki minst lærarar í fólkaskúlanum, hví pedagogar sum starvast í barnagørðunum eru so nærtiknir um hesi almennu signal sum koma um uppgáva teirra við teimum stóru børnunum í barnagarðinum, og so eymir um børnini, tá ið tey fara úr teirra hondum og inn í skúlaheimin.

Men er tað ikki niðursetandi, tá ið politiskir myndugleikapersónar í ramasta álvara júka upp í saman, at ”børnini mugu sleppa at læra” sum grundgeving fyri, at børnini mugu ”sleppa at ganga í skúla” 6 ára gomul. Er tað ikki eitt sindur tankavekjandi, at fyrsta seturskjakið er um skúlabyrjan hjá barninum. Eg havi ið hvussu er ilt við at síggja og hoyra annað enn barnsins tillaging til skúlan aftanfyri heitið, og ikki hina rímuligu síðuna, sum er, at skúlin skal rigga seg til at taka ímóti júst teimum børnum, sum hetta árið koma í skúla har á staðnum.

Og eg veit, at tað er ikki av tilvild (eg sat sjálvur í nevndini), at heitið á tí flokki, sum møguleiki er fyri at skipa fyri teimum 6 ára gomlu, er Forskúli og ikki Barnagarðsflokkur.

Tað hongur so nógv uppi í teimum orðunum, sum vit nýta, og teimum sjónarhornum, sum vit velja.

Og hvussu við Nultaflokki? Eg fái gásahold.

Kendi norski granskarin, Peder Haug, sum hevur granskað nógv í umstøðunum hjá teimum 6 ára gomlu, segði á ráðstevnu her í Havn fyri umleið tveimum árum síðani, at gransking vísti, at tey størstu børnini sum heild vóru tey, sum trivust best í barnagarðinum.

Tá ið tey í Noregi fyri 15 árum síðani broyttu skúlalógina so børn byrjaðu í skúla 6 ára gomul var ætlanin, at í hesum flokki skuldi tað besta í barnagarðinum og í barnaskúlanum møtast. Men har sum aðrastaðni er siðbundna skúlavenjan farin við flokkinum. So vita vit tað.

Fari at enda við eini yrking, sum italski pedagogiski hugsjónarmaðurin Loris Malaguzzi gjørdi um barni og tráan tess og møguleikar. Yrkingin er ein áminning til okkum øll, um ríkidømið í børnunum, og ikki minst til teir pedagogar og lærarar, sum ikki longu hava fingið tað við.

 

Eitt barn hevur hundrað mál

Eitt barn
er gjørt av hundrað

Barnið hevur
hundrað mál
hundrað hendur
hundrað tankar
hundrað hættir at hugsa
at spæla og at tala

Hundrað altíð hundrað
hættir
at lurta
at undrast og dáma væl
hundrað gleðir
av at syngja og skilja
hundrað heimar
at kanna
hundrað heimar
at finna uppá
hundrað heimar
at droyma um

Barnið hevur
hundrað mál
(og hundrað hundrað hundrað aftrat)
men verður rænd tey nítiníggju

Skúlin og mentanin
skilja høvur frá kroppi

Biðja barnið
hugsa uttan hendur
virka uttan høvur
lurta men einki siga
skilja uttan gleði
at hugfangast og fegnast
men bara á jólum og á páskum

Biðja tey
finna tann heim
sum longu er til
og av øllum hundrað
ræna vit teir nítiníggju

Siga teimum
at spælið og arbeiðið
tað veruliga og tað ímyndaða
vísindin og hugflogið
himinin og jørðin
skilið og dreymarnir
eru fyribrigdi
í andsøgn við hvørt annað

Siga teimum
at tað ikki eru hundrað
Men børnini siga
Tvørurímóti
Tað er hundrað sum er til

 

Loris Malaguzzi

Pauli Nielsen týddi