Klassisk tilvenjing (Classical Conditioning)

Tey av tykkum, sum dáma kaffi, kenna helst kensluna eg fái tá eg lukti nýbryggjað kaffi. Ella hvat við tá vit hoyra fyrstu tónarnar av einum sangi vit elska? Reaktiónin er fysisk, sum um okkara kroppur reagerar av sær sjálvum, og tað er eisini tað, hann ger.

Alt okkara lív vera vit útsett fyri ljóðum og luktum og alt møguligt, sum nærum sjálvvirkandi føra til okkurt annað. Lukturin av kaffi førir til smakkin og kensluna av at drekka kaffi og somuleiðis við so nógvum øðrum. Tó eru summi ting, ið ikki eru heilt so beinleiðis. Til dømis kunnu vit hava tílíkar reaktiónir til ørk av pappíri, har okkurt stendir á. Matelskarar reagera kanska soleiðis av einum matkorti og onkur, sum elskar Elton John, fær kanska summarfuglar í búkin, av at fáa hendur á einum atgongumerki til konsert við honum.

Tá vit reagera á henda hátt til okkurt, sum ikki beinleiðis er tað, vit hava reaktiónina til (so sum atgongumerki ístaðin fyri konsert), so hendir nakað, sum er rættiliga áhugavert.

Tað, sum hendir er, at vit læra okkum at seta samband millum okkurt neutralt, so sum pappír við teksti, og okkurt veruligt, so sum matur ella ein konsert. Fyri okkum er hetta næstan eitt og tað sama. Vit ímynda okkum kanska, at hetta bara er tí vit hava gott hugflog, og at tað bara er í høvdinum vit kenna tað soleiðis. Har er tó ein gomul kanning við hundum, ið vísir, at hetta er heilt grundleggjandi – eisini fyri djór, sum ikki eru líka klók sum vit.

Maðurin, sum kanningina gjørdi, var Ivan Pavlov. Sum so mangan fyrr, fann hann útav hesum ímeðan hann var í ferð við at gera okkurt annað. Hann vildi kanna slev hjá hundum og hevði tí lagt slangur í slevkanalirnar hjá teimum so hann kundi fáa hendir á tí tá hundarnir slevaðu. Hundarnir høvdu altíð hesar slangurnar í kjaftinum (nei, Pavlov var ikki serliga fittur við sínar hundar) og tey uppdagaðu skjót, at tá matur var settur framman fyri hundarnar, fóru teir at sleva. Hetta var sum so ikki serliga merkiligt. Sjónin og lukturin av mati setur sodningarlagið í gongd, soleiðis at maturin er lættur at sodna, tá hann verður etin. Tað ber ikki til at sleva við vilja (í hvussu so er ikki serliga væl), og tí vita vit, at hetta er nakað, ið hendir av sær sjálvum. Tað, sum so hendi, var rættiliga áhugavert fyri Pavlov. Har var altíð eitt signal áðrenn maturin kom. Eftir eina tíð fóru hundarnir at sleva tá teir hoyrdu hetta ljóðið. Tað vil siga, at fysiska reaktiónin, sum hundarnir onki vald høvdu yvir, kom tá teir hoyrdu eitt ljóð. Hetta ljóðið hevði onki samband við mat, annað enn júst tí hundarnir hoyrdu tað, áðrenn maturin kom hvønn dag.

Áðrenn hundarnar hjá Pavlov, vistu vit ikki av, at tað bar til at gera okkurt – eitt ljóð ella enntá ein lit – til eitt signal fyri okkurt heilt annað á einum støði, sum ávirkar okkum reint fysiologiskt. Tað ber jú saktans til at læra at ein reyður maður merkir at mann ikki skal fara yvir um vegin, men hetta er á einum tankastøði – ikki tí at kroppurin reagerar uppá reyða mannin á ein hátt, vit ikki hava vald yvir.

Hendan samanbindingin í okkara kroppi millum tvey ymisk ting kalla vit klassiska tilvenjing ella operant conditioning á enskum. Klassisk tilvenjing er grundarsteinur undir einum heilum bólki av mátum at læra uppá. Vit kenna tað aftur í hundavenjing, skúlaundirvísing, ítrotti, ja alla staðni.

Eg burdi kanska havt skrivað ein annan bloggupost fyrst, sum var um at venja seg við okkurt. Hetta er so at siga tað mótsatta av klassiskari tilvenjing, har okkurt vit uppliva gevist við at geva okkum eina fysiska reaktión. Hetta kann vera at gevast við at føla klæðini mann er í, ella at ikki longur hoyra motorin, tá mann er til skips.

Næstu ferð fari eg at siga frá næsta stigi eftir klassiska tilvenjing. Tað eitur útinnandi tilvenjing (operant conditioning).