Grunnar

Føroya Fróðskaparfelag varðar av trimum grunnum – grunni Kristjans á Brekkumørk, grunni R. K. Rasmussens og Orðabókagrunninum.

Grunnur Kristjans á Brekkumørk var stovnaður í 1982 av Christiani Matras, professara  og Føroya Fróðskaparfelag við endamáli at styðja einstaklingavirki føroyskum máli at frama. Tað ber ikki til at søkja um stuðul úr hesum grunni, men nevndin í Føroya Fróðskaparfelag kann lata sømdarpening eftir skipanini fyri grunnin.

Millum teirra, sum stovnaðu Føroya Fróðskaparfelag var danin Rasmus Kristen Rasmussens. Hann var lækni og starvaðist á Eiði í samfull 32 ár. Hann hevði ongar lívsarvingar og lat alt tað hann átti á bók til stovnsfæ til ein grunn – R. K. Rasmussens grunnur. Táverðandi nevndin í felagnum stovnaði grunnin í 1963. Sambært reglugerðunum fyri grunnin fara rentuinntøkurnar  – eftir R. K. Rasmussens ynski – til tey endamál, ið Føroya Fróðskaparfelag hevur sett sær, m.a. at geva út Fróðskaparrit.

Orðabókagrunnurin var stovnaður í 1964 av Christiani Matras, professara og fekk í 2003 nýggjar viðtøkur. Grunnurin verður stýrdur av nevnd við 3 limum og hevur til endamáls at veita stuðul til føroyskt orðabókastarv, sum verður veitt eftir umsókn í hvørjum einstøkum føri. Grunnurin er sera virkin og hevur egna heimasíðu – www.obg.fo.