Eitt kristið argument fyri stammkyknum

Yvirskriftin, “Eitt kristið argument fyri stammkyknum”, er eitt lítið sindur misvísandi. Stammkyknur eru har, líkamikið hvørji argument, vit taka fram fyri ella ímóti. Og sum tey, sum kenna eitt sindur til evnið vita, so er etiska ósemjan ikki um allar stammkyknur. Hetta er eitt kristið argument fyri gransking í og viðger við embryoniskum stammkyknum.

Onkur annar er uttan iva nógv betri førur fyri at greiða frá hvat stammkyknur eru fyri nakað enn eg, men í stuttum eru stammkyknur tað upprunaliga og grundleggjandi tilfeingið, sum allar okkara kyknur eru gjørdar burturúr. Og vit eru øll gjørd burturúr kyknum. Um tú hyggur eftir tær sjálvum í speglinum, sært tú í veruleikanum 10 trilliardir kyknur.

Ein vanlig kykna kann, sum vera man, deila seg sjálva í tvey og soleiðis gera eina nýggja kyknu, sum er líka sum hon. Húðkyknur gera nýggjar húðkyknur og tarmkyknur nýggjar tarmkyknur. Og so framvegis. Stammkyknur, alt eftir hvussu potentar tær eru, kunnu gerast til øll sløg av kyknum í kroppinum.

Hetta hevur ovurhondsstórar fylgir við sær innan læknavísindi. Hóast vit enn eru í byrjanini av granskingini og tað enn manglar vitan og háttaløg at útvinna fulla grøðandi potentiali frá stammkyknum, so vilja serfrøðingar vera við, at stammkyknur fara at kunna basa nærmast øllum sjúkum. Heilaskaðar, hjartasjúkur, ryggskaðar, Parkinson, Alzheimers, blindleiki, deyvleiki, sklerosa, sukursjúkur, osfr. osfr.

Einasti trupulleikin er, at mest potentu stammkyknurnar (tvs. tær, sum kunnu gerast til flest sløg av kyknum), eru embryoniskar. Tað vil siga, at tær eru at finna á fosturstøðinum í menniskjaligu menningini. Hóast arbeitt verður hart við at útvinna líka góðar ella næstan líka góðar stammkyknur úr vaksnum kyknum, so er tað enn bara frá fosturtilfarið, at vit fáa stammkyknur. Innara kyknukjarnin verður tikin úr blastocystinum – tað er tað, sum gitta eggið blívur til aftaná 3-5 dagar – og kulturar verða gjørdir burturúr hesum stammkyknum, sum so vaksa í tali og kunnu brúkast til alt møguligt spennandi.

Um tú heldur, at lívið byrjar við giting, so hevur tú ein lítlan trupulleika her. Tí hóast eggið bara er eina lítla viku gamalt, so er væl stadigvekk talan um menniskjalív, sum verður endað. Og tað kunnu nógv, bæði kristin, átrúnaðarlig og ikki-átrúnaðarlig, ikki góðtaka, líkamikið ovurhondsstóru fyrimunirnar. Lívið er heilagt og vit eiga ikki pilka við tað.

Men tað er ikki einasta kristna og átrúnaðarlig argumentið í hesum kjakinum. Eg haldi at sera góðar serkristnar orsøkir eru fyri at vera við uppá (embryoniska) stammkyknugransking og -viðger.

Sambært Evangeliunum, so grøddi Jesus tey sjúku, sum komu til hansara og flestøll kristin trúgva, at Gud enn kann grøða sum svar uppá forbøn. Hetta ítøkiliga yvirnáttúrliga elementið í kristnu trúnni verður ofta sett upp ímóti vísindi sum heild og læknavísindi serliga. Í ekstremum førum siga summir kristnir bólkar og einstaklingar, at tað beinleiðis er skeivt at leita sær læknavísindaliga hjálp tá ið ein er sjúkur. Tað vísir manglandi trúgv, um ein, sum er kristin, ikki vendir sær til Gud einans fyri heilsubót. Og somuleiðis vísir tað manglandi trúgv, um viðkomandi ikki góðtekur Guds vilja fyri eins lív. Tíbetur er tað ikki so ekstremt í allarflestu førum. Men hjá nógvum trúgvandi standa undur og læknavísindi í andsøgn.

Eg haldi, at hetta er ein trupulleiki. Eg dugi at skilja hví summi hugsa soleiðis, men eg haldi tað er ein feilur, tí tey síggi ikki skógin fyri trøum. Tað, at Jesus í Evangeliunum grøðir fólk frá ymiskum sjúkum, eigur ikki at seta Gud upp ímóti læknavísindi. Heldur tvørturímóti. Tað eigur at undirstrika og staðfesta týdningin av læknavísindi. Gud er eftir øllum at døma áhugaður í at fólk ikki eru sjúk og onkuntíð, so grøðir hann tey yvirnáttúrliga. Hetta skal síggja sum ein ítøkiligur partur av størru játtanini, at Gud er kærleiki. Hvussu kann náttúrlig grøðing vera nakað annað enn ein forlongin av Guds yvirnáttúrligu grøðing? Við øðrum orðum, kristin eiga ikki einans at ikki at síggja læknavísindi sum ein mótsøgn til teirra trúgv og átrúnað sum heild. Heldur eiga kristin at síggja tað, sum læknar gera, sum nakað, sum á ein serligan hátt er signað ella viðurkent av Gudi.

Og tað er her stammkyknurnar koma inn. Hóast vit enn bara eru byrjað at gera stammkyknuviðgerðir, so er potentialið risastórt. Stammkyknuviðgerðir lova at fullkomiliga kollvelta læknavísindi og okkara lív í framtíðini. Hervuligastu sjúkurnar, sum plága okkum menniskju, fara eftir øllum at døma at kunna basast og skaðar, sum áður elvdu til sera skerd lív, fara at kunna rættast. Ja, har eru heilt greitt etiskt grá øki og hetta er eitt evni, sum umhugsin fólk erligt kunnu vera ósamd um. Men tá ið hugsað verður um ótrúligu grøðandi fylgirnar, sum stammkyknuviðger fer at hava við sær, so er tað ógvuliga torført hjá mær – ein kristin, sum hvørt kvøld biður til “stóra Læknan” fyri teimum sjúku – ikki at stuðla hesi nærmast undrunnarsomu tøkni.

Mynd: “Healing of a Blind Man” hjá Brian Jekel.