Um at kenna sítt pláss

Guð er Guðum land alt legðist oyði, Guð er Guð, um menniskjan øll doyði

Mynd: André Schuiteman/PA

Eg minnist aftur á morgunsangin í kommunuskúlanum at hesi orðini stóu eftir, sum rættiliga hørð. Eg sum kristin valdi tá at tulka hetta sum eitt reality check og viðurkenna at tað finst nakað sum er hægri enn eg, ella í tað minsta at universi melur ikki rundanum meg. Tað er eisini hetta sum kom í huga tá ið eg fyri nøkrum mánum síðani las um eina nýggja orkide Bulbophyllum nocturnum sum var uppdaga í Papua Ný Guineau. Tað sum ger hesa serliga frá hinum 23.000 sløgunum er at hon einans blomstrar um náttina. Tað er í veruleikanum ikki nakað óvanligt við blómum sum blóma um náttina, men eg tók meg sjálvan í tankanum at tað er rættiliga synd í einari blómu sum næstan ongin nakrantíð skal síggja í blóma.


Fertilisation of Orchids Kelda:Wikipedia

Tá ið Charles Darwin hevði útgivið bók sína “Uppruni slaganna” í 1859, fekk hann tíð at taka sær av øðrum áhugamálum. Eitt teirra var plantufrøði. Hann útgav bókina “Fertilisation of Orchids” í 1861, har hann legði grundarlagið fyri hugskotinum at ymisk flogkykt hava ein leiklut í nøring hjá børkubóndaættini (orkide). Sjálvt um Darwin ikki skal hava allan heiðurin, so var hetta ein av fyrstu argumentunum fyri at blómur vóru ikki litfagrar og vakrar fyri at peika á ein kosmiskan sniðgeva. Hetta var enn einaferð kontroversielt, tí hetta merkti at blómur vóru ikki skaptar við tí eina endamálið fyri okkum menniskju at njóta og stilla í okkara vindeygakarmar. Blómurnar hava sín lit nevnliga fyri at tiltrekkja blómuflugur og onnur kykt, soleiðis at tær kunnu nørast. Hetta er síðani blivið meir og meir undirbygt við eygleiðingum úr øllum heiminum.

Angraecum sesquipedale kelda:Wikipedia

 

Eitt av djarvastu forsøgnunum í bókini “Fertilisation of Orchids” var hendan: 

“Tað er mín sannføring at tað finst ein óhugnaliga stórur heygsmaður við fantastiska langum sevuli, sum kann strekkjast út millum 10 – 12 tummar. Nógvir kyktgranskarar hava hildið meg til gjøldur fyri hesa hugsan.”

Hesa forsøgnina gjørdi hann um ein heygsmann sum tá enn ikki var uppdagaður, men útfrá einari orkide Angraecum sesquipedale sum var funnin á Madagascar sum í eftirtíðini fekk hóskandi eyknevni “Darwin’s orkid” ella Darwinar orkide. Fáir granskarar í hansara samtíð fingu seg til at trúgva at ein so stórur heygsmaður fanst, og tað vóru ikki fyrrenn í 21 ár aftaná hansara deyða at ein slíkur bleiv funnin, og at Darwin bleiv prógvaður rætt.

Annahvørt tær eru litfagrar, svartar ella hvítar so leggja blómur ikki í um tær toknast menniskjum, og haldi eisini at nýuppdagaða náttarblóman minnir okkum á hetta. Allar livandi verur hava eitt endamál sum er størri enn hvat menniskju halda um tær ella fáa brúkt tær til.

Eg haldi at lívfrøði og náttúruvísind sum heild er ein týðandi disciplin til av og á minna okkum á okkara pláss í tí heila. Copernikus fjernaði okkum úr miðuni av sólskipanini, og nú vita vit at vit liggja á einum óvesentligum útjaðara av okkara egnu galaksu, sum bert er ein út av fleiri 100 milliardum. Darwin sló okkum somuleiðis av trónuni sum nakað serstakt í lívfrøðiliga heiminum. Sjálvt um okkara atferð og mentan kann sigast at verða rættiliga sofistikerað, so hava vit gott av og á at blíva mint á at vit bara eru kjøtligar verur, eins og nógvar aðrar. Hetta er nakað sum náttúruvísind kann nógv betur enn nøkur prædika ella sálmur, og sum Jobs Gud bert kann verða samdur við. Í einari samtíð har alt handlar um ego, success, og sjálvrealisering, so liva náttúruvísindafólk í einari akuttari tilvitan av at alt í verðini ikki handlar um okkum.

p.s. sokallaða “Darwinar Orkide” stendur júst nú í blóma í botaniska havanum í Keypmannahavn. Eg vildi viðmælt øllum at fari og hugt at hesari spennandi blómu. Hon væntast at gevast í blóma longu í 3. viku. Les meira her