Djóraatferð við serligum atliti til hundar
avatar

Fyri stuttum var eg í útvarpinum og tosaði um djóraatferð. Har komu vit nokkso nógv inn á hundar og onnur húsdjór, so eg helt eg skuldi vísa tykkum nakað av tí vit atferðarfrøðingar læra, tá tað kemur til hundar.

Av tí at hundurin er so menniskjakærur, hevur hann lært seg at skilja okkum, og vit hava í ein vissan mun lært okkum at skilja hundin.

Tí ber til at síggja nógvar ymiskar kenslur á einum hundi, og her havi eg lænt nøkur video frá youtube, fyri at vísa tykkum, hvat eg meini. (Fyrivarni, eg kenni ikki bakgrundina hjá hundunum, so tað er ilt at vita hvat er ein náttúrlig reaktión, og hvat er tillært. Eg havi valt klipp frá youtube, har tað sær út, sum hundurin hevur eina náttúrliga reaktión).

YouTube Preview Image

Her er ein nokkso opinlýst aggressivur hundur, men tað er áhugavert at royna at síggja, hví hundurin er tað. Um tit leggja merki til at hundurin ger seg sjálvan eitt sindur minni tá drongurin kemur nær og leggur oyruni aftur, so vísir hetta, at hundurin er ótryggur og helst vil hava frið. Hetta er við øðrum orðum ikki ein hundur, ið gjarna vil eta drongin til døgura. Hinvegin er hundurin ikki bangin fyri at stara beint í eyguni á dronginum, lyfta bustirnar (hárini eftir rygginum) og loypa frameftir soleiðis at hann næstan kvalist í ketuni og hetta gevur eitt klárt signal um, at hóast hundurin er ótryggur, so hevur hann tikið eina avgerð um hvat hann skal gera við hóttanina, og tað er at leypa á. Harafturat síggja vit at hundurin letur við halanum. Vit hoyra ofta ting so sum at hundar “flenna við halanum”, men hetta er eyðsæð ikki satt. Sannleikin er tann, at sveiggjan við halanum sum oftast er eitt tekin um konflikt hjá hundum. Flestu østir hundar logra, og vit halda tað merkir, at teir eru glaðir, tí teir ofta gera tað, tá teir heilsa uppá okkum. Tá er sjálvandi eisini ein konflikt, og hon er, at vit eru stór og farlig og hundurin vil bæði heilsa uppá okkum og undirgeva seg.

YouTube Preview Image

Her síggja vit hundar, sum spæla. Tann lítli chihuahua hundurin er gamal, og tó áhugaður í at spæla meðan pekingesarin eisini vil spæla, men tekur tað meira róligt. Hvussu síggja vit tað? Gamli hundurin hevur oyruni aftureftir viðhvørt, sum vísir at hann er eitt sindur ótryggur, ella vil vísa hinum hundinum, at hann ikki vil hava nakra konflikt. Tó vísir hann áhuga við at hoppa runt eitt sindur og boyggja albogarnar nakað. Pekingesarin er meira róligur, men vísir eisini, at hann er við uppá tað. Til dømis ger hann fleiri ferðir tað, mann kallar at spælibukka, har hann leggur seg heilt niður á frambeinini. Hetta er ein klár innbjóðing til spæl. Tá hann eftir at bukka rennir avstað, er ætlanin at hin skal renna aftaná, men gamli, hóast hann vísir áhuga í at spæla, tímir opinbart ikki at renna aftaná.

YouTube Preview Image

Her er ein smílandi hundur. Her er hampuliga stórur munur á einum smílandi hundi, og einum, sum vísir tenn. Smílandi hundurin leggur stórst dent á at vísa framtenninar og ikki so nógv tøkutennirnar. Harafturat dregur hann munnvikarnar aftureftir. Tá ein hundur vísir tenn, byrjar hann sum oftast við at lyfta vørrina á síðuni við tøkutennirnar, men allar tennirnar koma fram um hundurin er meira østur. Við hesum smílandi hundinum sæðst, at hundurin er ikki østur. Hann “frystir” ikki men flytir seg uppá ein máta, sum virkar eitt sindur nervøsur. Oyruni eru aftureftir og hann starir ikki. Hesi tingini ger hann fyri at vísa, at hann ikki er óður, tí tað kundi mann lættliga hildið, um mann sá ein hund vísa tenn.

YouTube Preview Image

Hesin smílist ikki. Hann stendur stillur og spentur og klárur at gera okkurt, um ávaringin ikki riggar. Hann slikkar varrarnar og hetta er nakað sum ofta sæðst á hundum, sum hótta fólk. Kanska fyri at siga, at teir ikki hava hug til at skapa konlfikt, men føla seg noyddar. Hann hevur lagt oyruni til síðuna, men ikki heilt aftureftir sum er eitt nokkso tíðiligt tekin um at hundurin ikki er bangin, men vil hava frið hóast alt.

Hetta eru bara nøkur heilt fá ting, men har er nógv meira afturat. Um mann vil skilja hundaatferð, skal mann hava eyguni eftir oyrunum, halanum og eygunum á hundinum. Tí er tað eitt sindur ringt, at vita hvat ein “Old English Sheepdog” hugsar:

About Ása Johannesen

Ása Johannesen er PhD lesandi við the University of Leeds í Onglandi. Hon granskar hvussu fiskar finna mat í vatni undir ymiskum umstøðum. Vanliga kannar hon kombikk, og hvussu væl tey duga at brúka luktisans, men tá hon ikki plágar tey, roynir hon at smíða okkurt saman um rognkelsi.
This entry was posted in Blogga and tagged , . Bookmark the permalink.

Svara

Tín t-post-adressa verður ikki givin út.

Connect with Facebook

*


Clickcha - The One-Click Captcha