Avbjóðingar hjá føroyskum og føroysklærugreinini í skúlaverkinum

Í einum tjóðardiskursi er tað áhugavert, at føroyska málið og móðurmálslærugreinin eru mál og lærugrein í eini tjóð, sum er partur av einum fleirtjóðarligum stati, sum er við til at skapa eina støðuga konflikt við ráðandi málið í tjóðarstatinum, nevniliga danskt. Hetta er sjálvsagt ikki so sjónskt í dagsins skúla, sum tað hevur verið tað søguliga, tá ið føroyskt als ikki var lærugrein í skúlaverkinum, og har fremsta tjóðskaparstríðið var at vinna føroyskum pláss sum móðurmál í skúlaverkinum. Men stríðið um hegemoni liggur framvegis sum eitt innbygt og arvað stríðsmál um vald í móðurmálslærugreinardiskursinum. Føroyskt verður samanborið við dansklærugreinina, hvat innihaldi viðvíkur og danskar máliskur, serliga av fakligum slagi, verða mettar sum ein kappingarneyti hjá føroyskum, og av mongum sum ein beinleiðis hóttan. Næmingar lesa ástøði, lesa aðrar lærugreinar á donskum og hetta er við til at skapa eitt ógvuliga málsliga samansett og fátæksligt fakmál á føroyskum. Tað er vanligt hjá bæði næmingum og lærarum at ivast í, hvat er føroyskt og hvat er danskt, og tað er nærum ein innbygdur diskursur í føroyskum at vilja lúka danskar máliskur burtur, tí tað kennist sum ein hóttan mótvegis føroyskum. Í mínum granskingartilfari grundgevur ein genta soleiðis fyri, hví henni dámar væl føroysklærugreinina: Føroyskt er okkara móðurmál og tí ógvuliga spennandi at arbeiða við. Danismur og amerikanismur ávirka eisini mál okkara, og tí er tað spennandi at arbeiða ímóti hesum við at tosa, lesa og skriva so føroyskt sum gjørligt (H01A-11). Tað er her heilt greitt, at ein ávísur málreinsanardiskursur er grundarlag undir hesi útsøgn, og hetta er ein vanligur diskursur, tá ið talan er um føroysklærugreinina. Ein útihýsan liggur í, at tað er spennandi at arbeiða í móti danismum og amerikanismum, sum ávirka “okkara” mál. Tað er heilt greitt, at sjálvið her er partur av einum málfelagsskapi, tað følir ábyrgd mótvegis. Hetta liggur í strembanini, sum kemur til sjóndar í útsøgnini, at hon vil tosa, lesa og skriva so føroyskt sum gjørligt.

Puristiskur málhugburður eyðkennir hótt mál

Sosiolingvisturin Joshua A Fishman (1926) vísir á, at ein puristiskur málhugburður hevur lyndi til at gera seg galdandi, tá ið málbrúkararnir føla, at teirra mál er hótt.

Í eini útsøgn sum henni omanfyri síggja vit greitt eina andsøgn millum siðvenju og modernitet, og í tí tilfarinum, sum liggur til grund fyri mína gransking, sum stavar frá samrøðum og spurnabløðum í tíðarskeiðinum 2002-2004, kemur greitt til sjóndar, at næmingarnir hava trupult við at sameina teirra góða vilja at varðveita og menna føroyskt við eina nýmótansgerð av lærugreinini. Nakrir næmingar nevna t.d., at teir sakna viðkomandi og tíðarhóskandi bókmentir úr føroyskum jørðildi, samstundis sum aðrir vísa á, hvussu áhugavert tað er at lesa um viðurskifti í Føroyum, serliga úr gomlum døgum.

Móðumálslærugrein og uppgávur hennara

Sum móðurmálslærugrein hevur føroysklærugreinin fjøltáttaðar uppgávur og endamál. Hon eigur eftir mínum tykki at vera ein amboðslærugrein, ein menningarlærugrein, ein samleikalærugrein og ein búningarlærugrein. Tá ið eg hugsi amboðslærugrein, so liggur í tí, at næmingarnir við sínum málsliga førleika kunnu lesa fak og skilja tað, miðla tað og kunna kjakast um tað. Máltøka ber eisini í sær abstraktión, mentanarfatan og samleika. Fastar orðingar, orðafelli og orðatøk kunnu jú ikki skiljast, um tey ikki verða sett í ein mentarnar- og samfelagsligan samanhang. Eitt lítið fitt dømi er, at næmingar í dag nýta hugtakið “at gera einum eina bjarnatænastu” í týdninginum at gera einum eina stóra tænastu. Hetta kemur sjálvsagt av, at teir ikki kenna søguna, sum ger, at “bjarnatænasta” upprunaliga merkti at gera einum eina tænastu, sum ikki var einum at gagni. Hendan søgan er burtur í nútíðarnæmingsins tilviti og mentanardiskursi, og tí er orðið natúrliga farið at merkja “ein stór tænasta”, tí ein bjørn er í hugaheimi næmingsins stór og sterk.

Líknandi trupulleika síggja vit í orðatilfeingi hjá ungdómi í dag. Ungfólk í dag síggja og lesa meginpartin á útlendskum máli, serliga enskum og donskum. Hetta ber í sær, at vanligar orðingar eru horvnar í teirra tilviti. Tey eru vorðin orðafátæk á føroyskum, og tey kenna lítið til mentanarknýtt fyribrigdi. Eg havi seinastu árini við jøvnum millumbili spurt mínar næmingar, hvat m.a. ein “skjøldur” merkir og enn hevur eingin næmingur kent svarið. Sjálvandi er orðið eitt fakorð, men høvdu tey lisið meira á føroyskum, so vóru tey komin á orðið, tí tað er vanligt, bæði í fakmáli og í føroyskum bókmentatilfari. Lítil lesnaður á føroyskum og ógvuliga avmarkað undirhalds- og faktilfar á føroyskum er høvuðsorsøkin til, at føroyska málið hjá næmingum í skúlaverkinum er alt ov eintáttað og orðafátækt, so orðafátækt, at tað kann ganga út yvir almenna upplýsingarstøðið, tí tey eru ikki før fyri á sjálvstøðugan, umhugsaðan og búnan hátt at orða og bera sína vitan víðari.

Yvirborðsvitan

Tey ungu duga væl betur enskt enn undanfarin ættarlið, men tey kenna tað mest og best frá undirtekstum í sjónvarpi, frá spølum og undirhaldi yvirhøvur, so tað er ikki tað abstraktiónsstøði og orðafeingi, sum vit vanliga knýta at høgum upplýsingarstigi, heilt einfalt tí tey eru ikki før fyri at hugleiða og fjøltátta, so komast kann inn í kjarnan í einum kjakevni – tað eru tómar orðingar og ikki grundgivnar útsagnir, sum eyðkenna útsagnir hjá ungfólki í dag. Tey hava eina ótrúliga stóra yvirborðsvitan, sum avgjørt kann knýtast at aðrari fyri einstøku lærugreinirnar viðkomandi vitan, men tað krevur, at lærarin er breitt vitandi sjálvur, og at hann kennir teir ikki stovnsgjørdu vitanarportalar, sum næmingarnir fáa sína vitan frá. Tað er eftir mínum tykki ein av størstu avbjóðingunum hjá lærarum í dag, at miðla vitan sum eitt slag av vegleiðara, metara og kritikkara av teirri vitan, sum liggur algongd á alnetinum, og sum næmingarnir hvør í sær hava differentieraða vitan um. Lærarin skal megna at fyrihalda seg til og knýta til vitan hjá einum heilum flokki av einstaklingum. Tískil verður frálæra í framtíðini í nógv størri mun ein einstaklingsgrundað frálæra, har felags floksundirvísing einans kemur at fylla ein lítlan part av samlaðu frálæruni. Talan verður ivaleyst um frálæru í vitan av meiri handverksligum slagi, tað at læra næmingarnar tey grundleggjandi amboðini fyri tilognan av allari vitan: at lesa, skriva og rokna. Talan, abstraktiónir og reflektiónin verður skapt í samskiftinum, sum byggir á upplýsing, vitanartilfeingi og evnini at málbera seg greitt, reflekterað og fakliga grundað. Hetta krevur sosialan felagsskap, og har kemur spurningurin inn, um hvussu vit fáa bæði undirvíst næmingum einsæris og samstundis gera teir til sosialt tilvitaðar persónar, sum kunnu virka í einum felagsskapi, har vitan verður til og ment í sosialum samskifti og samstarvi. Tað liggur ein ómetaliga stór ábyrgd á skúlaverkinum í framtíðini at gera landsins borgarar førar fyri kritiskt at handfara ta risastóru upplýsingarmongd, sum liggur í talgilda tykisheiminum og sveimar uttan sendara og ábyrgdarhavara og ikki minst við vantandi gjøgnumskygni og sera ógreiðum ætlanum og endamáli. At gjøgnumskoða møguliga manupulatión og propagandu verður størsta avbjóðingin, ið vitanarsamfelagið og skúlaskipanin stendur fyri. So er spurningurin í øllum, hvar er føroyskt og føroysklærugreinin í øllum hesum meldrinum. Bæði mál og lærugrein standa fyri stórum avbjóðingum, men hvar vit skulu byrja og hvørja loysn vit skulu velja og hvørjar møguleikar vit hava, verður evnið í einum komandi bloggi.

Gott nýggjár, kæru blogglesarar 🙂