Jesusbarnið í laboratoriinum

Vit, sum eru kristin, halda nakað løgið hendi á jólum. Tá ið Jesus varð føddur, siga vit, gjørdist Gud menniskja. Jesusbarnið í krubbuni umboðaði sostatt, ógvuliga bókstaviliga, eina samanrenning ímillum tað menniskjaliga og guddómiliga. Vit kalla hetta inkarnatiónina, ella holdsliggeringina.

Hetta betýður alt møguligt. Fyrst og fremst er inkarnatiónin sambært kristnu játtanini grundarlagið undir einastu og allari vónini fyri heiminum. Men inkarnatiónin sigur eisini nakað um grundleggjandi hugburðin, sum kristin trúgv hevur mótvegis fysiska heiminum.

Tað er tað, eg vil siga nakað um.

Ofta verður kristin trúgv kalla veruleikafjar og tað er rætt í ein vissan mun. Summi kristin hugsa so nógv um himmalin, til dømis, ella avnokta so mikið sítt likam og tess náttúrligu lystir, at tey ikki kunnu sigast at hava beinini serliga væl fest á jørðini. Men hetta meti eg vera eina misskiljing av undirliggjandi logikkinum í inkarnatiónini og, sostatt, kristindómi. Tí inkarnatiónin er djúptøkin viðurkenning av tilfari. Tilfar, hold og blóð, jarðiska tilveran, eru, í ljósinum av inkarnatiónini, ikki ting, sum skulu avnoktast ella flýggjast undan. Tilfar er eftir inkarnatiónini at døma Gudi so kært, at hann ikki himprast við sjálvur at gerast tilfar til tess at frelsa tað.

Sæð í hesin ljósinum er tað kanska ikki heilt so løgið, at tað var í einum partvíst kristnum vitugum umhvørvi, at nýmótans vísindi uppstóðu. Tað er í hvussu er eitt djúpt samband ímillum kristna trúgv og fysiska veruleikan (og tí granskingini av honum).

Ironiskt nokk er hetta júst orsøkin fyri, at so mong kristin er ímóti ymiskum ítøkiligum vísindaligum niðurstøðum, eins og menningarlæruni. Kristindómur er ikki buddhisma, hvørs tilhangarar ongar trupulleikar tykjast at hava við mongu grundleggjandi kollveltingunum, vísindini hava koyrt okkara fatan av fysiska heiminum ígjøgnum. Men hví skuldu teir tað? Fysiski heimurin er jú, í seinasta enda, einans ein illusión. Kreationistar og onnur kristin hava tað ikki so lætt. Fysiski veruleikin hevur ein sentralan týdning og leiklut í kristindómi. Kristindómur er grundleggjandi tilfarsviðurkennandi og er hann tí eisini grundleggjandi vísindaviðurkennandi. Kreationistar, kann man siga, hata vísindi tí teir elska vísindi. Teimum dámar kanska ikki ítøkiligu úrslitini, vísindini koma til, men teir kunnu ikki avnokta heimildina, sum vísindini hava, at siga okkum um hvussu fysiski veruleikin hongur saman. Og tí finna teir heldur uppá síni egnu, alternativu vísindi ístaðin fyri at avnokta vísindini fullkomiliga ella at raðfesta tey niður á eitt óviðkomandi støði.

Kreationistar? Jesusbarnið hevur skyldina.

Hetta er somuleiðis orsøkin fyri at so nógv meira hugsunnarsom kristin ikki orduliga hava eina meining um evnið. Tey vita, at fysiski veruleikin hevur týdning og at teirra hugsanir um hann hava eina ávirkan á teirra gudfrøði. Men tey eru ikki til reiðar at góðtaka summar av broytingunum vísindaligar niðurstøður, so sum menningarlæran, hava við sær. Tey vilja ikki broyta sína gudfrøði, so tey ignorera vísindini í staðin.

Men fyri summi av okkum er inkarnatiónin júst orsøkin, at vit góðtaka og stuðla øllum, sum eitur vísindi. Fyri okkum eru jólini og teirra andaliga endurmiðsavnan eisini ein áminning um hvussu virðismikið tilfar er og hvussu vert tað er at granska. Tí hetta er ikki bara tilfar. Hetta er tilfar, sum Gud viðurkendi sum “Sera gott!” í inkarnatiónini.