Hvat er heimspeki?

Tá eg byrjaði at hugsa um, hvussu mín fyrsta blogga fyri Fróðskaparfelagið skuldi vera, umhugsaði eg kanska at skriva okkurt um tað at vera heimspekingur ella tað at lesa heimspeki. Men so kom mær í hug, at tað í grundini ikki hevði verið serliga heimspekingasligt av mær. At spyrja, hvat heimspeki er harafturímóti…

Tíverri eri eg ikki vísur í mínum førleika at geva nakað fullfíggjað svar. Mín vón er tó, at tað, ið ikki kann røkkast við orðum, kortini verður sjónligt gjøgnum mína roynd at svara spurninginum við fyrimyndarligum heimspekishátti. ”Fortel ikki, men vís,” sum skaldini siga.

Platon & AristotolesÍ Platons ‘Meno’ plágar Sokrates, sum var honum vant, Meno um, hvat dygd er. Stakkals Meno roynir at greiða frá hesum við at geva Sokrates einstøk dømi um dygdir. Sokrates ger gjøldur burtur úr Meno við at samanbera hansara frágreiðing við tað at koma við einum langum lista av ymiskum sløgum av býflugum sum eitt svar upp á spurningin ‘hvat er ein býfluga?’ Mongu dømi Menos heldur Sokrates vera sum ein heilur flokkur av býflugum. Tá vit Sokrates-fjeppandi heimspekingar spyrja t.d., hvat ein bilur er, sóknast vit tískil ikki eftir einum vini at spáka okkum oman í býin við og peika eftir bilum. ”Har er ein bilur. Har er ein avtrat. Enn ein…” Nei, vit sóknast eftir eini frágreiðing um, hvat tað er, sum allir bilar hava í felag í treysti av at vera bilar.

Sjálvandi er nógv hent, síðani Sokrates gamli førdi ungdóm Atens í forfall við at ditta sær at seta spurnartekin sjálvt við gudarnar. (Sokrates hevði ivaleyst kent seg heima í einum Føroyum við fólkaskúlalóg, ið heldur, at bert kristin kunnu vera góðir samfelagsborgarar.) Nú um stundir hava býflugur Sokrates ment seg til tað, ið vanliga verður kallað hugtaksgreining. Hugtaksgreining er at veita tær neyðugu og nøktandi treytirnar fyri, at eitt hugtak er galdandi. Hetta ljóðar kanska í so snobbut, men miss ikki mótið. Tað er ikki heilt burtur í heimi. Lat okkum taka hugtakið ”súgdjór” sum dømi.

Neyðugar og nøktandi treytirTað at vera eitt djór er ein neyðug treyt fyri at vera eitt súgdjór. Tú kann ikki vera eitt súgdjór uttan fyrst at vera eitt djór. Har eru t.d. ongir steinar, sum eru súgdjór. Men er tað nøktandi? Nei, tí ikki øll djór eru súgdjór. Um vit nú lata sum um, vit eru eitt reint djór, sum ikki er nakað serstakt slag, (tað ber sjálvandi ikki til, men nú lata vit sum um) so tørvar okkum okkurt eyka fyri at sleppa upp í part hjá súgdjórunum. Um vit hinvegin vóru ein ketta, so hevði tað verið nøktandi fyri at vera eitt súgdjór. Til ber ikki at vera ketta uttan samstundis at vera eitt súgdjór. Men harafturímóti er tað at vera ein ketta ikki ein neyðug treyt fyri at vera eitt súgdjór. Nógvir hundar megna bragdið uttan at vera nær námind kettulíkir, stóra tøkk. Hugtaksgreiningar taka vanliga fylgjandi ham:

”eitthvørt er [hugtak] um, og bert um, tað er [neyðugar treytir] og [nøktandi treytir].”

Men kanska var eg í so bráður at sjúgva Meno til viks so tíðliga. Ofta hava vit menniskju álítandi evni til at skilja hugtøk. Hóast vit kanska ikki eru før fyri at greina hugtakið ‘bilur,’ so eru vit – við fáum undantøkum – samd um, hvørji akfør eru bilar, og hvørji ikki eru. Kanska bendir tað á, at vit duga neyðugu og nøktandi treytirnar av vana, hóast vit ikki duga at seta orð á tær. Men tað merkir so eisini, at hugtaksgreiningin kemur eftir, og ikki fyri, okkara vanliga málbrúk. Um vit vilja vita, hvat heimspeki er, er tað tískil ikki heilt av leið at byrja við einum Meno-lista av einstøkum dømum, sum flest okkara kunnu semjast um:

Heimspeki …á markinum? Ikki heimspeki
Hvat er dygdsemi? Hvat er ein lykil? Hvar eru mínir lyklar?
Er Guð til? Ber tað til fyri meg at vera løgmaður? Hvør er núverandi løgmaður?
Kunnu vit vita, at vit ikki eru í the Matrix? Veist tú, hvat klokkan er? Kunnu vit vita, hvussu nógv sandkorn eru í Sahara?
Er tað faktuelt skeivt at lúgva? Kann kaffi vera ov sterkt? Er kaffið ov sterkt?

Vit kundu sjálvandi stuttleika okkum við at kjakast aftur og fram um nevndu spurningarnar. Møguliga eru øll ikki samd við mær í bólkingini. Vit kundu eisini lættliga funnið upp á fleiri. Ein góð venjing til tann áhugaða kundi verið at skriva eina rúgvu av ymiskum spurningum niður á eitt pappír, undirstrika teir, ið tykjast serstakliga heimspekiligir, og síðani hugsa um, hvussu teir víkja frá restini. Undir øllum umstøðum haldi eg meg ikki loypa framav, um eg sigi, at heimspekiligu spurningarnir onkursvegna eru ”djúpri” ella meir ”grundleggjandi,” enn aðrir spurningar. Um vit skrivaðu nóg nógvar spurningar niður á áðurnevnda pappírið, kundu vit eisini gjørt yvirbólkingar, síðani spurningarnir skjótt fáa afturvendandi felagseyðkenni – ymiskar greinar av heimspeki.

Fólk flest hava hug at bakka ella nikka fólkaliga við innantómum eygum, um ein plágar tey við ”stórum” orðum sum ”epistemologi” ella ”metafysikkur.” Men fjaldir í hesum ræðandi orðunum eru nakrir breiðir, men ógvuliga einfaldir og lætt skilligir spurningar.

  1. Hvat er til, og hvørjum er tað líkt? (Metafysikkur ella ontologi. Orðabók Sprotans kallar tað “uttanroyndarvísindi.” Eg veit ikki hví, teir hata okkum. Tilveruspeki?)
  2. Hvussu vita vit tað? (Epistemologi. Vitunarspeki?)
  3. Hvat merkir tað? (Heimspeki um mál. Málspeki?)
  4. Hvat fyri virði hevur tað? (Etikkur og æstetikkur. Moralur og yndi. Virðisspeki?)

Sjálvandi er tað ikki heilt so knívskorið. Ofta skeldast virðisspekingar um málspekiligar spurningar. Ein millumgrein sum heimspeki um náttúruvísindi viðgerð bæði tilveru og vitan. Eisini kann nevnast heimspekin um politikk, sum í grundini er ein undirgrein til virðisspeki. Vónandi snúgva lógir seg um, hvussu vit eiga at tíggja okkum í samfelagnum. (Føroyskir politikarar munnu tískil vera í ørviti, tá teir siga seg ikki vilja viðgera “etisk mál.” Íðani, so mugu teir siga seg úr starvi. Øll politisk mál eru etisk.)

“Jamen, hatta er alt fínt,” kundi onkur nú sagt. “Tað kann vera, at heimspeki snýr seg um hesi evnini, men heimspeki er bara møsn og hugflog! Har eru ongar rættar ella skeivar loysnir, so ein kann siga hvat sum helst uttan mun til, hvussu langt úti tað er!”

Heimspekingurin (og ørvitiskonkkurin?) Diogenes búði í eini tunnuUm Heimspekingurin hevur orð á sær at vera ein ungdómsforførari og samfelagsrevsandi øsingarmaður, so hevur hann sanniliga eisini tíðum havt orð á sær at vera ein veruleikafjarur ørvitisknokkur. Tað er freistandi at halda, at tey ónevndu, ið hava áhuga í at halda ungdómin óforførdan og samfelagið sissað og órevsað, kanska hava ein lítlan lut í hesum. Kortini skal ein ikki leita leingi í heimspekini fyri at finna løgnar pástandir. Men hóast vit kanska kunnu nevna vánaligar heimspekingar – líkasum vit allarhelst eisini kunnu nevna vánaligar lívfrøðingar, støddfrøðingar, guðfrøðingar o.s.fr. – so merkir tað ikki, at heimspekin er orsøkin til teirra lastir. Tað passar í ávísan mun, at nógvir spurningar í heimspekini ikki hava nakra “rætta” loysn upp á sama máta, sum spurningar í støddfrøðini hava tað. Men tað merkir so sanniliga ikki, at allar loysnir eru líka góðar! Og tað merkir avgjørt ikki, at tað er líka mikið, hvussu ein kemur fram til loysnina. Og her koma vit til nakað, ið liggur nærri mínum hjarta: tað, sum eftir mínum tykki er kjarnin í heimspekini.

Heimspeki, fyri meg, er fyrst og fremst at hugsa ógvuliga gjølla um at hugsa rætt. Tá ein persónur roynir at sannføra okkum um okkurt, nær eiga vit so, og nær eiga vit ikki, at lata okkum sannføra? Nær er ein próvførsla góð? Nær er hon vánalig? Hvørjar fjaldar fortreytir ella avleiðingar hevur ein pástandur? Tað vil siga, um vit góðtaka hendan pástandin, eru so aðrir pástandir, vit eisini noyðast at góðtaka? Gevur hesin spurningurin meining? Um hann gevur meining, hvat skal so til fyri at svara honum? Tað er týdningarmikið at vita, hvørji krøvini til eitt svar eru, áðrenn vit fara at leita.

Kritiskur hugsunarhátturHeimspeki umfatar ikki bara “djúpar” spurningar og ørvitisloysnir. Í royndini at svara teimum torføru spurningunum hevur heimspekin uppbygt eitt fjølbroytt úrval av hentum amboðum til kritiska hugsan og eitt ógvuliga fínpussað háttalag. Onkur skemtari tók einaferð til orðanna, at tað er gott at hava eitt opið sinni, men ikki so opið, at heilin dettur úr. Vit kundu passandi sagt, at heimspekiliga háttalagið er eitt sinnisfiltur við endamálinum at loyva nýggjum inn, uttan at alt ov nógv av tí lívsneyðuga gamla fossar út. Eitt av omanfyri nevndu amboðunum kundi t.d. verið áðurnevnda hugtaksgreiningin. Eg havi vónir um at deila fleiri slík amboð her á Fróðskaparblogguni framyvir.

Gløggi lesarin hevur allarhelst uppdagað, at eg onga hugtaksgreining havi givið av ‘heimspeki’ enn. Eg eri ikki heilt vísur í, at nøkur greining hevði verið nóg góð. Kendi heimspekingurin, Ludwig Wittgenstein, fanst at hugtaksgreiningini við at visa á, at ikki øll hugtøk hava algildar, neyðugar og nøktandi treytir. Summi hugtøk, helt Wittgenstein, eru meir lík limaskapi í eini familju. Limir í familjuni ‘Hansen’ síggja kanska øll ‘Hansenslig’ út, uttan at til ber at geva neyðugar og nøktandi treytir fyri ‘Hansen-útsjónd.’ Har eru ongi felagseyðkenni fyri allar Hansen-limir, men kortini líkist hvør einstakur limur minst einum, kanska fleiri, av hinum limunum í einum stigvísum framhaldi. Kanska er heimspeki eitt slíkt Wittgensteinskt “familjuhugtak.” Hinvegin kann tað eisini vera, at heimspeki kann greinast, men at tað heilt einfalt ikki er nakar, sum hevur gjørt tað enn. Kanska hevði greiningin verið ov langdrigin og fløkjalig, um hon skuldi fevnt um alt á okkara Meno-lista og útihýst alt annað.

Ella kanska verður tað tú, sum at enda loysir gátuna?