Ósemjan um makrelin

Í International Relations ástøðinum Realism (orsakað mongu ensku orðini) er høvuðsreglan tann, at staturin er tann mest umráðandi leikarin í sambondum millum lond. Ein skal røkja áhugamálini hjá statinum fyrst og fremst. Ein Realistur trýr á sterkar statir og at statir bert samstarva tá tað tænir teirra endamáli best. Ein nógv nýtt mynd hesum viðvíkjandi er ein mynd við billiard kúlum, ið umboða statin. Billiard kúlur kunnu ikki so væl samstarva, tí tær fara sundur tá tær koma saman, heldur enn at fara inn í hvørja aðra.
Eisini sigur ástøði tað, at millumlandasamráðingar er ein zero-sum støða. Tað vil siga, at um ein fær, so má onkur annar missa og at hetta er grundarlagið undir samráðingum.

Hetta var ein ógvuliga stutt og kløn forkláring av eini so stórari og umráðandi ástøðiligari hugsan og tað eru eisini ymsir variantar av henni, ið ikki líkjast heilt so nógv tí, ið eg havi skriva omanfyri, men í høvuðsheitum er tað ein forkláring av Realism ástøðinum í millumlanda sambondum.

Orsøkin eg umrøði tað er makrel ósemjan og føroyska støðan í ósemjuni. Tað er undrunarvert, at Føroyar hava eitt so sterkt grundarlag í tí ástøðiligu forkláringini, ið eg gav omanfyri. Tað undrunarsama fyri meg er tað, at Føroyar eru so lítlar og vanligt er fyri lítlar tjóðir at verða meiri semjusøkjandi, tí tað tænir teimum best. Stórar tjóðir kunnu verða meri konfronterandi, tí tær hava ráð til tað, men lítlar tjóðir hava ofta so nógv at missa.

Ein umráðandi rithøvundur innan hetta økið er ein, ið eitur Peter Katzenstein, ið skrivaði eina bók í 1985, ið eitur Small states in world markets. Hann argumenterar har í, at smáar tjóðir ofta eru noyddar, at lata seg upp økonomiskt, tí tær hava ikki ráð at verða protektionistiskar. Tær hava ikki so nógv bein at standa á og líta ofta á tað einu útflutningsvinnuna (ljóðar hetta kent?). Tí tær verða stýrdar av heimsmarknaðinum og líta á góð samstørv við sínar handilspartnarar. Alt hetta merkir, at stór sveiggj verða ógvuliga dýr fyri samfelagið. Kanska hevur eingin í Føroyum lisi bókina, men eingin gevur sær so far um hana og kanska ger tað einki, tí tað vísir seg, at makrelurin verður útfluttur alíkavæl. Tað vísir seg, at lond uttanfyri ES keypa okkara makrel, tí tey leggja ikki so nógv í umstøðurnar hjá norður-atlantiska makrel stovninum.

Tað undrar meg tó, at Føroyingar hava tikið eitt so sterkt tak í samráðingunum. Tað stendur nógv uppá spæl og let’s be honest, vit hava brúk fyri hinum meir enn tey hava brúk fyri okkum. Kanska hava Føroyar gjørt sum Ísland, tí tað sæst, at Ísland fiskar nógv og fær nógv. Tó haldi eg ikki, at Føroyar skulu gera ov nógv, ið fær okkum at líkjast Íslandi. Teir eru tiltiknir harðrendir í sámráðingum og eru ikki líka væl lýddir allastaðni. Teir standa heldur ikki til at missa eins nógv og Føroyar gera í makrel málinum.

Fyri at taka samanum, so er tað áhugavert at eygleiða, at Føroyar ástøðiliga kunnu plaserast í Realism bólkin, tí hetta er ikki eitt vanligt fyribrygdi. Smáar tjóðir eru ofta lættari at dansa við, enn Føroyar hava verið í hesum føri. Spurningurin er so hvat endaliga úrslitið verður, men eitt er greitt og tað er, at ES og Norra eru ikki fegin um núverandi støðu. Tað prógvar hetta stuttliga citat frá konservativa skotska ES parliements liminum, Struan Stevenson: “Iceland and the Faroe Islands are acting just like their Viking ancestors, only this time it’s our mackerel they’re plundering!”.