Námsfrøði í tykisheimi og talgilda læringsrúminum

Námsfrøðilig gransking er fortreyt fyri, at skúlaverkið kann menna seg. Hvussu kunnu vit við vissu fremja broytingar, eftirmeta og seta út í kortið, um vit ikki hava ítøkilig úrslit at byggja og rættvísgera hesar broytingar út frá. Gransking í føroyska skúlaverkinum er sum lundi á jólanátt. Nýggjar námsætlanir eru og verða settar í verk, fyri fólkaskúlan í ár og fyri miðnám komandi skúlaár, uttan at nøkur royndarundirvísing ella granskingarúrslit liggja til grund fyri at seta í verk nýggjar námsætlanir, sjálvt um talan er um bæði grundleggjandi fakligar broytingar og nýggjan próvtalsstiga. Hugt hevur verið at broytingum í grannalondunum og serliga norska skúlaskipanin hevur havt sína ávirkan, skilst. Danski próvtalsstigin verður settur í gildi uttan nakrar heimligar metingar, og tey, ið virka í skúlaverkinum, hava ikki verið spurd. Hesin próvtalsstigi verður einans nýttur í Danmark, so tað hevði møguliga verið betur hóskandi at sett ein evropeiskan próvtalsstiga í gildi, men tað hevur Mentamálaráðið valt ikki at gera, og vit, sum hava okkara gerandisdag og virksemi í skúlaverkinum, verða einans kunnað, at so verður.

Tað eyðkennir føroyska skúlaverkið í alt ov stóran mun, at vit taka bara yvir frá øðrum, gera okkum ikki egnar royndir og eftirmeta í alt ov lítlan mun ta undirvísing, sum fer fram í skúlaverkinum. Pisa og landsroyndir í 4. og 6. flokki eru undantøk í so máta, og tað kann vera spennandi at vita, hvørja ávirkan tey úrslitini fara at hava á tilrættaleggingina og hugsanargrundarlagið í skúlaverkinum í framtíðini.

Soleiðis sum gerandisdagurin hjá næmingum í skúlaverkinum er samansettur, ogna teir sær nógva óskipaða vitan í talgildum læringsrúmum, sum stovnsgjørda læringin bæði kann fáa nyttu burturúr, men sum eisini kann vera í andsøgn ella í kapping við ta undirvísing, sum fer fram í skúlastovuni. Læring er ein ómetaliga fløkt tilgongd. Russarin Vygotsky metti, at læring hjá børnum fór fram, tá ið barnið flutti seg til nærmasta læringsøkið, hjálpt av einum kvalifiseraðum vaksnum, sum greiddi frá fakligum og mentanarligum fyribrigdum, sum lógu nakað framman fyri ta menningarstig, sum næmingurin var á. Kynstrið var at byggja brýr ímillum kenda og enn ókenda vitan og soleiðis flyta næmingin fram á leið til sítt nærmasta menningarøki. Eg hugsi ómetaliga ofta um tann spurningin, tá ið eg undirvísi, hvussu eg sum best knýti til kenda vitan hjá hvørjum einstøkum næmingi og soleiðis menni hann víðari. Føroysklærugreinin, sum hevur verið mítt granskingarøki, hevur sjálvsagt bæði ítøkilig og minni ítøkilig kunnleikaøki. Tað er skjótt at eftirkanna, um stavsetingin er í lagi, men longu tá ið spurningurin kemur til merkingarfrøði, kunnu ivamál stinga seg upp, um næmingurin nú sigur tað, sum hann ætlar sær at siga. Munnliga er skjótt at eftirkanna tað, men í skrivligum avrikum gongur longri tíð, áðrenn næmingurin verður spurdur um, hvat hann veruliga sigur í tí, hann hevur skrivað.

Hvar gongur markið ímillum at lata næmingin læra við at royna seg og at siga honum, hvat hann skal gera ella hvat er rætta svarið? Hvar fangar tú næmingin best? Við at vera tann hugfangandi og engageraði lærarin ella við at geva næm¬ingi¬num ábyrgdina fyri egnari læring, har tú sum lærari gevur honum eina fakliga innleiðslu og síðani setur hann at loysa uppgávur sjálvur, hjálptur av lærubókum, uppslagsverkum, fakbókum og netinum?

Tað er heilt greitt í teimum samrøðum, sum eg havi havt í sambandi við mína gransking, at næmingum dámar best interaktiónina millum næming og lærara í læringsstøðuni, t.e. at næminginum dámar at taka virknan lut – tó undir leiðslu av læraranum. Dialogisk læring, har næmingurin virkið spyr – fær svar – spyr aftur út frá svarinum og á leiðini fær størri fatan og førleika at hugleiða/reflektera yvir evnið, skapar stóran einstaklingaførleika, sum sjálvandi er merktur av teimum fakdidaktisku diskursum, sum eru upp á spæl og eru ráðandi í einum lærugreinadiskursøki.

Flestu nýggjari frálæruhættir byggja á, at lærarin alt meira gerst leiðbeinari, og at næmingurin byggir á egnar førleikar og mennir sína vitan haðani. Hetta er ein áhugaverdur námsfrøðiligur tanki, men eg óttist fyri teirri grundleggjandi vitanini, tí grundleggjandi handverkinum og so evnunum at vera kritisk/ur. Bara at duga at meta um, hvat er rætt ella skeivt, álítandi vitan ella uppspunnin vitan, lutleys vitan ella partísk vitan, og eg kundi hildið á. Alnetið við øllum sínum vitanarportalum hevur gjørt vitan til eitt sjálvtøkuborð, og ikki er altíð eins lætt at meta um virðið í fakliga tilfarinum, sum er algongt á netinum. Tann fakligi myndugleikin, sum lærarin upprunaliga var, stendur fyri falli, og tað í sær sjálvum hevur ikki fyri neyðini at vera nakað ringt, men tað kann gerast trupult hjá læraranum at kenna seg aftur í sínum nýggja leikluti og uppaftur truplari at eftirkanna, hvat hevur næmingurin fingið burturúr, hvat skilir hann av tí, sum hann skrivar, hvør er keldan, eigur hann vitanina einsamallur ella hevur hann “lánt” hana á netinum, hvar gongur markið millum mítt og títt? Tað er ein av teimum stóru námsfrøðiligu avbjóðingunum í tykisheimi og talgilda læringsrúminum.