Lekir tíðin øll sár?

Hetta er fyrstu ferð eg bloggi og haldi, at tað er fantastiska spennandi – kanska í so spennandi! Í dag havi eg valt at skriva um tað evnið innan sálarfrøði, sum uttan samanbering hevur mín allarstørsta áhuga, nemliga sálarlig trauma og møguligar fylgjur av tí.

Fyrr varð sagt, at tíðin lekir øll sár. Trauma er tað griska orðið fyri sár. Eitt sálarligt trauma er eitt sár á sálina. Orðið trauma er vorðið alt meira vanligt at brúka á føroyskum eisini. Vit siga at hendingin var eitt trauma – ella at hetta var ella er traumatiskt fyri meg.

Fyrr var semja innan bæði heilsu- og granskingarverðina, at fyri at ein hending skuldi kunna kallast eitt trauma, so skuldi hon vera at sammeta við eina katastrofu og kennast exceptionelt hóttandi hjá nærum øllum. Hesa samtykt hevur tann diagnosuskipanin, sum heilsuverk í Europa nýta. Altjóða gransking og diagnosuskipanin í USA hava tó samtykt nakað annað. Granskingin bendir nemliga alt meira á, at ikki ber til at gera eina objektiva metan av, hvat eitt trauma er. Tað sum er eitt trauma fyri meg, er møguliga ikki eitt trauma fyri teg. Tí hevur mann innan gransking og í Amerika valt at góðkenna eina subjektive definitión av einum trauma.

Eitt sálarligt trauma kann vera ein einkult hending og kann eisini vera hendingar sum henda aftur og aftur. At veria vitni til eina álvarsliga hending, kann eisini definerast sum eitt trauma. Felags fyri trauma er ein kensla av intensari ræðslu fyri egnum lívi ella lívinum hjá øðrum og ein kensla av hjálparsloysi í støðuni.

 

Tíðin lekir øll sár, men eftir situr eitt arr

 

Tá vit eru fyri álvarsligum hendingum kunnu vit vera ávirkað og skelkaði í eina tíð. Tað er vanligt, at vit eru ávirkað í dagar ella vikur og so verða minni og minni ávirkað. Hinvegin kunnu vit eisini uppliva, at tað kenst torført at rista hendingina av okkum og vit verða alt meira plágað av eyðkennum, sum t.d. pínufull minnir um hendingina, sum koma uttan at vit vilja tað. Vit kunnu  uppliva, at vit broytast negativt í okkara vanliga livi- og arbeiðsmáta, at okkara kenslur í mun til onnur broytast, og at vit kunnu kenna intensan ótta og ræðslu uttan nakra greiða orsøk. Vit kunnu eisini hava eina kenslu av, at fólkini kring okkum ikki skilja okkum, at vit kenna, at vit ikki tíma tað, vit tímdu fyrr, og at vit missa trúnna upp á, at vit hava eina framtíð.

Hvussu vit koma okkum eftir eitt trauma er sera ymiskt og er tengt at bæði hendingini, persónleikanum, tí vit áður hava upplivað og hvussu umstøðurnar eru eftir hendingina. Summi upplivað, tað vit á fakmáli, kalla posttraumatic growth, at lívið er vorðið betur, at vit liva meira intenst og megna betur at takla støður og taka týdningarmikil val. Tey áðurnevndu eyðkennir eru eyðkennir upp á posttraumatiska strongd, tvs tá sárið ikki lekist ella arrið gevur ampa.

Hóast diagnosan posttraumatisk strongd er lutfalsliga nýggj (frá 1980’unum) so er granskingin innan økið vaksandi og verður nógv granskað innan økið í dag. Enn vita vit lítið um hvørji eyðkennir børn og ung vísa. Vit vita nakað um vanda og verju faktorar og nakað um hvør viðgerð virkar og ikki. Vit vita nógv um hvussu invaliderandi posttraumatisk strongd er og hvussu álvarsligar konsekvensir líðingin kann hava fyri alla familjuna hjá tí, sum hevur posttraumatiska strongd. Vit vita eisini, at reaktiónirnar kunnu vera kroniskar og at myndugleikar generelt ikki meta tørvin fyri hjálp og viðgerð nóg høgt.

Alt tað vit vita hava eyðkennir upp á sálarlig trauma verðið lýst í heimsskaldskapinum. Men hvussu er í Føroyum? Hvat hevur hugsanin verið í mun til trauma ella álvarsligar hendingar? Eg eri forvitin eftir, um nakar veit at siga mær antin um lýsingar í føroyskum skaldskapi ella um onkur veit um gomul føroysk heimaráð. Hvat varð hildið skilagott at gera, um ein hevði verið fyri eini álvarsligar hending? Varð hildið at tíðin lekti øll sár?