Ein lærurík tilgongd

Í OilSim luttekur tú við at læra

Læring snýr seg um at økja sína vitan og menna sínar førleikar. Læring hevur harumframt við sær, at vit – hvørt vit vilja tað ella ei – broyta hugburð og atferð. Sum vit læra, síggja vit verðina øðrvísi, og vit uppføra okkum øðrvísi.

Seinastu árini havi eg saman við starvsfeløgunum ment og veitt oljuskeið til luttakarar um allan heim.

Vit læra fólk í oljuvinnuni um virðisketu, jarðfrøði, mentanarfatan, fyrisiting av náttúrutilfeingi og nógv annað gott. Amboðið, sum vit brúka, kallast OilSim. Hetta er ein lærisimulering, sum vit hava ment í tøttum samstarvi við lærarar og serfrøðingar innan ymisk fakøki.

Tá ein tílík lærisimulering verður brúkt, læra luttakararnir við at loysa avbjóðingar í bólkum í einum tykisligum veruleika í kapping og samstarvi við aðrar bólkar.

Vit hava valt at býta læringstilgongdina í tríggjar partar:

  1. Inngangur
  2. Avbjóðingin verður loyst
  3. Samandráttur og perspektivering

Tilgongdin verður stýrd av vegleiðarum (lærarum), sum hava ymsar leiklutir í hvørjum parti.

Í fyrsta parti skal vegleiðarin tryggja, at luttakararnir eru klárir at koma í gongd. Hetta merkir, at luttakararnir skulu fáa greiði á, hvør avbjóðingin er, hvørji amboð eru og hvør ástøði er til taks. Hetta verður vanliga gjørt við siðbundnum fyrilestrum, sum tó eru so stuttir, at luttakararnir ikki sovna.

Í øðrum parti gongur tað mesta av sær sjálvum, tí luttakararnir eru fult upptiknir av at loysa avbjóðingina. Leikluturin hjá vegleiðarunum er at motivera og loysa ivamál – men ikki at gera arbeiðið fyri luttakararnar.

Í triðja parti skal vegleiðarin fáa luttakararnar at reflektera og fata størru samanhangirnar í tí, tey hava gjørt. Hetta verður vanliga gjørt við at draga samanum og birta uppundir kjak millum luttakararnar.

Tá triði partur er liðugur, verður farið aftur til fyrsta part og í gongd við eina nýggja avbjóðing. Soleiðis verður hildið fram, til skeiðið er liðugt.

Stóra uppgávan hjá okkum er at sniðgeva skeiðið alt, soleiðis at vegleiðarin kann hjálpa luttakarunum at læra tað, tey skulu.

Mín fatan er, at hetta eydnast væl,

  • tí alt er grundað á at tú lærir best, tá tú ert virkin,
  • tí vit hava góðar vælútbúnar lærarar at stýra tilgongdini,
  • tí luttakararnir læra av hvørjum øðrum,
  • tí at læringsupplivilsi í stórum trekkum er planlagt framman undan og
  • tí at vit geva luttakarunum frælsi at koma við kreativum loysum sjálvi

Hetta at menna og veita oljuskeið hevur verið ein spennandi og lærurík tilgongd, og í komandi postum ætli eg mær at greiða frá nøkrum av okkara royndum – og um tað, eg hvønn dag læri um læring og læringstøkni annars.