Loyniliga verðin hjá einum atferðarvistfrøðingi

Eg eri djóraatferðarfrøðingur – ella kanska atferðarvistfrøðingur. Royn og sig eitt av hasum tíggju ferðir skjótt. Ein djóraatferðarfrøðingur er ein, ið kannar atferð hjá djórum í breiðum týdningi. Hetta kann vera atferðin hjá leyvum í djóragørðum ella hjá kettuni í íbúðini á fimtu hædd. Tað kann eisini vera atferð hjá villum djórum í náttúruni, men tá flytir evnið seg ofta longur yvir til atferðarvistfrøði, sum er gransking innan atferð hjá djórum og um hvussu umhvørvið ávirkar og ávirkast av djórunum, ið har eru. Hetta er fast tengt at menningarlívfrøði, og tí verður atferð ofta lýst í mun til, hvussu atferðin broytir yvirlivingarvánirnar hjá ymisku djórunum.

Vistfrøðingar eru ein áhugaverdur bólkur av menniskjum. Tey eru ofta vegetarar, elska alt, sum er økovinarligt og duga latínsku nøvnini á ymiskum mikroorganismum tit aldrin hava hoyrt um. Tíbetur havi eg eitt “atferðar” frammanfyri vistfrøðingur, sum ger at eg eri eitt sindur minni grøn enn hinir vistfrøðingarnir, og heldur gangi eg runt og veit um hví tvístertan er ein fantastisk mamma og at kombikkið er ein fantastiskur pápi. Harafturat veit eg, at parasittar eru ikki bara vemmiligir, men beinleiðis óreinir við sínar vertir. Eg elski eiturkoppar, slangur og skorpiónir og eitt nýtt kryb í íbúðini er grund til granskan heldur enn ræðslu.

Her á heimasíðuni hjá Fróskaparfelagnum fari eg at royna at undirhalda og upplýsa tykkum við smáðum bitum av vitan og undran úr loyniligu verðini hjá einum atferðarvistfrøðingi.