Innkalling til eykaaðalfundar í Føroya Fróðskaparfelag

Innkalling til eykaaðalfundar í Føroya Fróðskaparfelag
Eykaaðalfundur verður á Føroyamálsdeildini, Fróðskaparsetur Føroya, fríggjadagin 2. Sept. 2011 klokkan 19.00 – 20.30

Skrá

Framløga. John Olsen, Granskingarráðið, kunnar um tað nýggjasta innan FP7 granskingarskránna hjá ES. (umleið kl. 19.00 – 19.40)

Lógarbroyting

Ymist

Viðvíkjandi punkt 2 um lógarbroyting. Nevndin hevur soljóðandi uppskot til broyting í viðtøkum felagsins:
Grein 5 í lógini (samtykt á aðalfundi 24.11.2006) verður, galdandi frá 1. november 2011, broytt frá orðingini

“Felagið verður stjórnað av 5-manna nevnd, sum verður vald á hvørjum ári. Ársaðalfundurin velur formann, næstformann, kassameistara og tveir nevndarlimir”

til orðingina

“Felagið verður stjórnað av 5-manna nevnd, vald á ársaðalfundinum. Ársaðalfundurin velur eisini 2 tiltakslimir. Nýggja nevndin skipar seg sjálv á fyrsta nevndarfundinum. Nevndarlimirnir standa fyri vali annaðhvørt ár; annaðhvørt ár standa 2 nevndarlimir fyri vali og annaðhvørt ár standa (hinir) 3 nevndarlimir fyri vali. Tiltakslimirnir standa fyri vali hvørt ár. Fer nevndarlimur frá mitt í valskeiðnum, so tekur tiltakslimur við í hansara stað. Um fleiri fólk stilla upp enn tað eru sessir, so verður skrivlig atkvøðugreiðsla, har hvør limur kann atkvøða fyri so nógvum fólkum, sum skulu veljast. Um tað stendur á jøvnum verður lutakast. Fráfarandi nevndarlimir kunnu veljast aftur. Nevndin kann taka sær fólk til hjálpar, um hon heldur tað vera neyðugt. Nevndin heldur fund, tá formaðurin ella í minsta lagi 3 nevndarlimir halda tað vera neyðugt.”

Grein 6 í lógini (samtykt á aðalfundi 24.11.2006) verður, galdandi frá 1. november 2011, broytt frá orðingini

“Aðalfundur felagsins verður hildin á hvørjum ári í november við hesi dagsskrá:

1 Frágreiðing frá farna árinum
2 Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram og limagjald ásett.
3 Val av felagsformanni, næstformanni, kassameistara, tveimum nevndarlimum og grannskoðarum. Miðjað verður ímóti, at bæði hugvísindi og náttúruvísindi eru umboðaði í felagsnevndini
4 Ymist”

til

“Aðalfundur felagsins verður hildin á hvørjum ári í november við hesi dagsskrá:

1 Frágreiðing frá farna árinum
2 Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram og limagjald ásett.
3 Val av nevndarlimum, sum standa fyri vali, tiltakslimum og grannskoðarum. Miðað verður móti, at bæði hugvísindi og náttúruvísindi eru umboðað í felagsnevndini
4 Ymist”

Grein 7 í lógini (samtykt á aðalfundi 24.11.2006): “…í brævi til hvønn einstaka lim” verður broytt til “…í brævi ella telduposti til hvønn einstaka lim”

Nevndin heitir á eykaaðalfundin um at taka undir við broytingaruppskotinum.

Vinaliga

Nevndin í Føroya Fróðskaparfelag

5 comments on “Innkalling til eykaaðalfundar í Føroya Fróðskaparfelag

  1. -

    Dear Colleagues,

    A professor at the University of Minnesota wants the Library to acquire a copy of Andras Mortensen’s
    Viking and Norse in the North Atlantic : selected papers from the proceedings of the 14. Viking Congress, Torshavn, 19-30 July 2001 / Andras Mortensen.
    Torshavn : Foroya Frodskaparfelag, 2005.
    445 p. : ill. ; 25 cm.
    ISBN: 9789991841441

    Can you supply this library with a copy?

    Med vänliga hälsningar

    Gordon Anderson
    _________________
    Gordon B. Anderson
    Librarian for European Studies
    Arts, Humanities, and Area-Studies Collections Coordinator
    170 B Wilson Library – University of Minnesota
    Minneapolis, MN 55455 USA
    _________________
    https://www.lib.umn.edu/about/staff/gordon-anderson
    (612) 625-8161 fax: (612) 626-9353
    ganderso@umn.edu

  2. -

    Rætta “Miðjað verður ímóti…” til “Miðað verður ímóti…”

    vh

  3. Fróðskaparfelagið
    - Post author

    Takk fyri John

  4. Fróðskaparfelagið
    - Post author

    Dear Gordon.
    Thanks for the request.
    We will check if the book is available.

  5. Fróðskaparfelagið
    - Post author

    Unfortunately the book is sold out. Sorry.

Comments are closed.