Glotti

Glotti
Regluliga limatiltakið hjá Føroya Fróðskaparfelag

Aftur í heyst verður skipað fyri Glottum.

Fyrsti Glottin í heyst verður hósdagin 15. september kl. 15.00
Tá fer Hans Ellefsen, PhD granskari á Havstovuni, at tosa um ósemjuna um makrelin:

Ósemjan um Makrelin
Makrelurin í Norðuratlantshavi hevur verið deildur eftir avtalu síðan 2000. Seinastu árini er hendan avtalan farin fyri skeyti, tí makrelurin hevur broytt ferðingarmynstur, og partarnir tí ikki kunnu semjast um, hvussu hann skal deilast. Í hesum sambandi fer Hans Ellefsen at greina, hví so er og hvørjar loysnir kunnu finnast. Hetta verður greinað við búskaparfrøðiligum ástøði (game theory).

6. oktober er Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Náttúrugripasavninum, á skránni.

Símun Arge, fornfrøðingur á Fornminnissavninum, hevur framløgu hósdagin 3. november.

Og 1. desember fer sálarfrøðingurin og PhD granskarin Tóra Petersen at tosa um sína gransking.

Kristin Magnussen, PhD granskari á Fróðskaparsetri Føroya, er á skránni hjá okkum 5. januar (2012).
Yvirskipaða endamálið við fundunum er at geva limunum eitt gott høvi at hittast og geva nevndini og øðrum hugskot um, hvussu vit best gagnnýta felagið og tað tilfeingið, sum tað umboðar, umframt sjálvandi at geva hvørjum øðrum ein glotta inn í, hvat ið fyriferst av granskingarvirksemi í Føroyum.
Væl møtt!

Fróðskaparfelagið