Darwin tiltøk

Í ár eru liðin 200 ár síðan kendi enski vísindamaðurin Charles R. Darwin varð føddur; eisini eru tað 150 ár síðan, at bókin “Uppruni Slaganna” (The Origin of Species) varð útgivin. Í hesum sambandi verður skipað fyri ymiskum fyrilestrum, ið snúgva seg um persónim Darwin, lívmenning, ávirkan á bókmentir og samfelagsviðurskifti. Fyrilestrarnir verða hildnir á Føroya Náttúrugripasavni. Lívfrøðingafelagið, Føroya Fróðskaparfelag og Føroya Náttúrugripasavn skipa fyri.

Eitt tiltak hevur verið; tað var hildið á føðingardegi Darwins 12 februar. Tá hevði Dánjal Petur Højgaard fyrilestur um lívsøguna hjá Darwin, og Eyðfinn Magnussen um læruna hjá Darwin.

Næsta tiltak verður 17 juni. Tá fer Sam Berry, ið er enskur professari í lívfrøði, at halda fyrilestur um oyggjalívfrøði og lívmenning. Eisini fer Dorete Bloch at hava stutta hugleiðing um hvítravn.

Triðja tiltak verður 5 august. Tá fara Hans Andrias Sølvará og Kirsten Brix at halda fyrilestrar undir heitinum “Darwin, samfelag og mentan”.

Fjórða og síðsta tiltakið verður 11 november. Tá verða 3 ymiskir fyrilestrar á skránni; Turið Sigurðardóttir heldur fyrilestur, har evnið er ávirkanin á bókmentir, Rolf Guttesen um hvussu jarðarfrøðin ávirkaði Darwin, og Gunvør D. Hoydal hevur fyrilestur um fylogeni (ættartalvur) og biosemiontik (samskifti sínámillum og við umhvørvið hjá livandi verum).