Fyrilestrarrøð um lívfrøðiligt margfeldi

ST hevur lýst 2010 at vera lívfrøðiligt margfeldnisár. Sáttmálin um lívfrøðiligt margfeldni varð undirskrivaður av einum stórum parti av heimsins londum á Rio-ráðstevnuni í 1992. Longu í juni 1993 høvdu 168 lond skrivað undir sáttmálan, og nú í 2010 hava 192 lond undirskrivað hann – harímillum Føroyar.

Lívfrøðiligt margfeldni umfatar alt tað livandi fjølbroytni, ið náttúran rúmar.

Sáttmálin er komin, tí heimssamfelagið metir, at ein niðurlaging av lívfrøðiliga margfeldninum er ein stórur missur fyri lívið á jørðini. Sáttmálin hevur hesi trý høvuðsevni:

1.    Varðveitsla av lívfrøðiliga margfeldninum. (The conservation of biological diversity)

2.    Burðardygg nýtsla av tí, ið lívfrøðiliga margfeldnið gevur. (The sustainable use of the components of biological diversity)

3.    Eitt rættvíst og javnt býti av ágóðum, ið stava frá nýtslu av genetiska tilfeinginum. (The fair and equitable sharing of the benefits arising out of the utilization of genetic resources)

Føroya Fróðskaparfelag, Lívfrøðingafelagið og Náttúrugripasavnið hava í felag lagt til rættis eina skrá av fyrilestrarøðum fyri 2010. Vit fara á ymsan hátt at lýsa lívfrøðiliga margfeldnið – eisini frá øðrum sjónarmiðum enn teimum reint lívfrøðiligu.

Fyrstu fyrilestrarnir verða 24. februar. Tiltakið verður í framsýningarhølunum hjá Náttúrugripasavninum á Debesartrøð, kl. 19:30.
Skráin fyri tiltakið mikudagin, 24. februar 2010, kl. 19:30:

Anna Maria Fosaa, lívfrøðingur, PhD:

– Hví lívfrøðiligt margfeldisár í 2010?

Í fyrilestrinum verður greitt frá hvat lívfrøðiligt margfeldni er, hví ST hevur valt 2010 til at verða lívfrøðiligt margfeldnisár og um hvønn týdning tað hevur fyri okkara lívsgrundarlag at varðveita lívfrøðiliga margfeldið. Hvat gera vit her heima? Og hvat ger Náttúrugripasavnið í hesum høpi.

Stegður við kaffi/te.

Firuz Gaini, fólkalívsfrøðingur, PhD:

– Mentanarligu oyggjar alheimsins.

Lívfrøðiligt margfeldi sæð úr einum mentanarfrøðiligum sjónarhorni.

Meiri verður at frætta her á síðuni um nær komandi fyrilestrarnir verða.